mikudagur, 11. desember 2013

Menningarliðið vann


Skrivað hevur: Agga Niclasen

H71 2 kom víðari í Coca Cola-kappingini.

Ein áhugaverdur og stuttligur dystur var í steypakappingini var í Hoyvíkshøllini gjárakvøldið.

H71 3, veteranar og nakrir ungir unglingar, skuldu royna kreftir ímóti menningarliðnum, eisini nevnt H71 2, sum einamest er mannað við leikarum, ið ikki enn eru klárir til fremsta liðið. Og so Freddie Poulsen, besti blokkari í Hoyvík.

H71 2 vann rættiliga greitt, 34 - 26, og eru nú komnir víðari í steypakappingini.

Eitt ikki-fremsta lið verður við í tí "veruliga" steypakappingar-umfarinum", í fjóðringsfinaluni, av tí at fremstu liðini bert eru sjey í tali. Tað vil siga, at har er pláss fyri einum liði úr aðrari deild enn AA-deildini.

Fyri tveimum árum síðani kom H71 2 heilt í finaluna, men hetta verður ivaleyst rættiliga trupult at endurtaka. Men stuttligt var, og vit ynskja H71 2 alla eydnu.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com