leygardagur, 21. desember 2013
Myndir: Jan Sørensen
Vit taptu ídag í Kollafirði. Ein linligur innsatsur.
So tá ið eg skeltaði við "jólafrí", tá sipaði eg ikki til leikararnar, men innara hoyvíksfjepparan.
Ikki eitt stórtap, men vánaligt tap. Eitt ergriligt tap, tí tað tóktist sum, at tann einasti, ið ikki var farin í jólafrí, ja, tað var okkara yngsti leikari. Ella var tað bara eisini tað, at menn ikki løgdu alt fyri í sínum atsóknum, í avgerandi duellum, tí ein skaði nú í jóltíðum ikki er tað feitasta.
Nei, ikki góðkent. Apsalutt ikki. Men hóast vestmenningar passandi halda, at allar súður eru syftar, tá eru enn nógv góð stig at spæla um áðrenn vit finna útav, hvørji tvey lið sleppa at spæla FM-finalur. 6 stig til nr. 1 og 2, tað er alt. Tað svarar til tríggjar dystir. Og slíkt hava vit klárað fyrr. Og væl so.
Kortini, fyri at so skal verða, skal annar hugburður og kravmikið dirvi til. Hetta høgliga og líkasæla sjabbið er ikki hugaligt. Ikki hjá nøkrum.
At yngsti leikari og ein útiseti, sum ikki hevur spælt dyst í 8 mánaðir ella so, skulu vera bestu menn, er valla heilt nøktandi.
So, kom igjen, dreingir. Betri hugburð í 2014, takk!
Framtíðin er KOLAsvørt!!!
---
Á myndini á forsíðuni er yngsti maður, Jónas, her yvir greinini er tað útisetin Rógvi.
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |