hósdagur, 2. januar 2014

Hondbóltur aftur á skrá


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndagerð: Heini Festirstein

Jólini og nýggjárið eru nú farin framvið.

Vit skriva nú 2014. Hjá H71 var 2013 merkt av góðum úrslitum í ungdómsdeildini, nýggari heimasíðu og hondbótlsmennara--í ongum minni enn Flemming Oliver Jensen. Ja, og so einum flottum finaluplássi í FM.

2014 verður ikki minni spennandi og stuttligt. Og vit leggja longu til brots nú leygardagin. Tey flestu fáa dystarboð um facebook, onnur um sms og uppaftur onnur um teldupost; og so er altíð mítt yndisamboð, Úrslitatænastan hjá HSF, ið loksins hevur opnað kioskina við inngjaldi sum úrslit. Ikki Úrslitatænastan, men HSF:)

Men meðan vit so spent bíða eftir dystarboðum, foreldur og børn, oftani onnur og abbar við, kunnu okkara venjingarhugaðu leikarir altíð fyrireika seg mentalt til dyst. Hvussu tú, partur av liðnum, ætlar at umboða svørtu blusuna! Gamaní, ein ímyndan av, hvussu dysturin fer at breiða seg út, hvussu tú tekur seinastu venjingarnar við tær í dyst, men fyrst og fremst kjokkfult av aggressiviteti, í álopi og so sanniliga eisini í verju--hóast hesi í alt størri mun eiga at fatast sum eitt feitt.

Hesin naski stríðsandi, at berjast, trúliga renna og berjast fyri hvønn singularis bólt: tað eiga vit at forlanga, tí tað kunnu øll.

Øll kunnu stríðast, So tá ið bóltur liggur á gólvinum, ella er tveir metrar uppi í luftini, so verða tað altíð tey í svørtum, ið fáa fatur á bóltinum. Altíð!

Tí um onki stríð, ongin konsentrasjón. Og um onki stríð, tá er tað eiheldur nakað serliga stuttligt. Altso, stríðist, og tað er eisini tað, vitonnur, áskoðarin diggar framum fjant og fjas og meiningsleyst flenn.

Gentur 10 spæla á Eiði, nakrir dreingir 10 á Giljanesi, gentur 12 á Hálsi í tveimum sera spennandi dystum fyri a-liðið, dreingir 12 í Hoyvík og Klaksvík, gentur 14 í Gundadalshøllini og Vestmanna, dreingir 14 eisini í Gundadalsdalshøllini og Vestmanna, meðan dreingir 16 og gentur 17 í ávikavist Hoyvíkshøllini og á Skála, og tann dysturin verður klokkan 14.30 ímóti StÍF b, sum vit eiga at kunna basa.

So, koyrið á í vikuskiftinum, og góða eydnu...

Framtíðin er KOLAsvørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com