mánadagur, 6. januar 2014

Lakur innsatsur á Skála


StÍf-H71-Kyndil: 24-22 (13-8)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Góði, gamli Levi tók tað mesta.

Vit hava tað torført á Skála, og tí skal arbeiðast hart fyri at fáa tvey stig. Innsatsurin leygardagin var alt ov vánaligur, serliga í fyrra hálvleiki, og hetta kostaði. Sjálvt um vit vóru nær við at venda dystinum, so er niðurstøðan kortini, at vit mugu vilja og vísa meiri enn í hesum dystinum. Dysturin endaði 24-22 til StÍF.
 

Dystargongd

Heimaliðið legði greitt betri fyri og vístu, at teir fegnir vildu hava løtuliga bronsuplássið. Tað var so at siga beinanveg, at StÍF legði seg framum, og síðan spakuliga økti til fimm mál vóru á muni við hálvleik. Fyrstu løtuna gekk væl hjá Ára at verja fyri, og hetta var helst orsøkin til, at munurin ikki gjørdist størri. Í hinum endanum var “okkara” góði gamli Levi, sum tók tað mesta av tí, ið skotið varð uppá málið. Spælið hjá H71 var alt annað enn gott hendan fyrra hálvleikin. Støðan við hálvleik var 13-8.

Í seinna hálvleiki sást eitt vet av meira stríðsvilja, og tað byrjaði at ganga betri. Bogdan, sum hevði sitið uttanfyri, var nú eisini partur av uppstillingini. Tað stutta av tí langa var, at tað kom ein perioda seint í seinna hálvleiki, har H71 kundi koppað dystinum. Støðan var 21-20 tá 8 min. restaðu í. Tíverri sløsaðu vit bóltin burtur, og í staðin fyri at tað bleiv 21-21, so kostaði hetta bæði mál og góðu gongdina. Dysturin endaði 24-22 til StÍF.

Sum heild kunnu vit siga, at tað sum manglaði mest í hesum dystinum, var innsatsur. Verjan stóð seg betur enn álopið. Høgni Olafson spældi allan dystin í verjuni og kláraði seg bara væl. Jónas hevur spælt væl fleiri góðar dystir á rað og vísti seg aftur í dag sum ein álopssinnaðan leikara. Jónas og Esbern skiftust til at leikstjørna. Esbern leikti ein góðan dyst og er um at finna sín gamla form.

Liðið má sum heild vísa meiri vilja. Tað er ov seint at byrja at spæla í øðrum hálvleiki. Vit hava gjørt tað fleiri ferðir fyrr, at spæla best í seinnu hálvu. Onki er avgjørt enn, og nú Kyndil basti VÍF, er eitt gott høvi til at tveita hendan ósigurin av sær, taka sigurskappan á og geva alt tað tit eru mentir í komandi dystum.

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com