hósdagur, 9. januar 2014

Eitt hál her, eitt har


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Vit skula spæla móti Neistanum, sum hevur eina eins góða verju sum vit.

Vinna vit á teim bláu, og teir reyðu buka vestmenningar blá-gular, tá eru einans fýra stig upp til FM-finalurnar.

Av tí at vit hava verið í ein linligum stima, eru vánirnar um eitt triðja ár í finalunum kanska ikki so góðar. Og har eru kanska onkur lið, ið hava minst líka góðan kjans.

Men vit eiga at minnast til, at tær tríggjar ferðirnar tey seinastu fimm árini, H71 er endað í finaluni, og harav tvær ferðir Champions, hava vit verið í eksakt slíkari støðu fyrr. Eksakt. Vit koma so stútt darlandi eftir tí liði, vit halda, vit ætla okkum 2. plássið frá. Og tað hevur eydnast.

Fyrstu ferð kostaði tað millioner-liðnum hjá nettupp Neistanum, meðan hinar báðar ferðirnar hevur tað verið VÍF, sum hevur kent sviðan. Tað gjørdu teir forrestin eisini í FM-finaluni í 2009, tá teir sum eittarir í landskappingini taptu greitt fyri vælspælandi hoyvíkingum.

Tað liðið spældi við hesum braneggjaða atburði, eini hóreiggjan og mojo so sterk, at vestmenningar endaðu á feiiskuffuni. Hesir eginleikar eru nú fast inventar í felagnum, og tí eisini okkara AA-hópi. Tað eru bert marginir, ið enn hindra okkum at náa hesar hæddir. Believe you me.

H71 møtir einum Neistaliði, ið seinnu tvey árini hevur staðið øgiliga væl til okkum: narrað okkum, men her er einki at undirmeta. Spæla vit okkara spæl, skjótt og snilt, og ikki moderera okkum í mun til mótstøðuliðið, hvat tað so enn er, tá hava vit altíð ein betri enn góðan møguleika at vinna.

Vit møta einum liði, sum hevur eins góða verju sum vit. Ella, tí hetta kanska ljóðar sindur løgið--at vit hava góða verju!!!: Neistin møtir einum liði við eins góðari verju sumteir. Tað siga so tølini: 339 mál ímóti! Bert KÍF hevur betri verju, 31 mál betri.

Hesin partur, verjuparturin, er annars ein, ið Neistin hava fingið kreditt fyri. Verjan er frelsan hjá Jugosa dissiplum, hoyra vit. So annaðhvørt er henda ikki so øtiliga góð, ella er okkara kanska ikki so vánalig, sum vit hava ímyndað okkum.

Hinvegin skora vit betri, 26 betri. Men hetta er alt ov lítið, tá VÍF og KÍF hava ávikavist 65 og 43 betri enn vit, sum í VÍfsa føri svarar til 5 mál fleiri fyri dystin enn vit. So, hetta rætta vit, og vit byrja sunnudagin!

Vit spæla skjótt, men avslutta rætt. Vit mugu tora at spæla hondbólt, vera fanatiserandi naskir, men avslutta rætt. Vit spæla fyri svørtu troyggjuni, og tað skal síggjast. Tit og vit hava tað uppiborið.

Koyr á maskinuna, framtíðin er so KOLAsvørt!!!!!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com