sunnudagur, 12. januar 2014

Ótrúliga vælleikandi Kollsker


H71-Neistin: 31-23 (16-12)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

- legði lunnar undir trivaligan sigur á Neistanum.

Jólaferian er liðug, hetta staðfestu H71 í dag, tá teir vælupplagdir sendu Neistan oman aftur til Havnar við einum tómum stigasekki og -8 mál. H71 var betra liðið frá byrjan og lá á odda dystin á tamb. Neistin harafturímóti sýntist ikki at verða komin aftur til “arbeiðis” eftir steðgin, tí har manglaði í á fleiri frontum. H71 vann 31-23.

Dystargongd

Tað var ein viljasterk verja, sum kom á vøllin í dag. Vit hava nú í longri tíð undirmett teir bláu havnamennirnar, og hetta skuldi ikki verða so í dag. Aftanfyri góðu verjuna stóð ein sera vælspælandi Tóraldur Kollsker, onki aftanfyri Thomas Landin. Hann tók tað mesta. Landin líkur, so hepnaðist ofta væl at fáa bóltin ikki at fara ov langt, soleiðis at hann við hepnum útkøstum kundi seta hópin av kontraálopum í gongd. Hetta hepnaðist sera væl. Vit kundu sagt, at Neistin sigldi á Kollsker í dag.

Spælið gekk soleiðis at 6 min: 3-1, 8 min: 3-3, 12 min: 7-3, og so helt hesin munur sær hálvleikin út. Hálvleiksstøðan var 16-12 til H71.

11 min inn í annan hálvleik var munurin øktur til 8 mál, støðan var 22-14. Dysturin so gott sum avgjørdur, men eftir eitt vælvalt time-out ressaðust neistarnir, ella skuldu vit sagt dovnaði heimaliðið, tí Neistin minkaði um munin til 22-17. Hetta kundi sett ein lavinu av óhepnum fylgiavleiðingum í gongd, men tíbetur var hetta bara eitt upplop, og H71 koyrdi sigurin trygt í hús. Dysturin endaði 31-23.

Bogdan var bestur at skjóta mál, hann fekk 8. Honum á baki komu Bogi og Esbern við hvør sínum 6 málum.

Umframt at verjan stóð væl, so var framgongd at síggja í framrættaða spælinum eisini. Esbern spældi ein fínan dyst og líkist nú rættiliga sær sjálvum aftur. Høgni Olafsson er reiðiliga komin við í verjuspælið og royndist væl í dag. Hugaligt var eisini at síggja hann í skjótatsókn, og hevði tað ikki verið Mikkjal í málinum, so hevði dagurin helst verið minniligur. Bogi royndist eisini væl á vinstra vongi og fekk væl burturúr.

Góður sigur onki at ivast í tí. Tó er enn nakað at finnast at. Nú spældi Tóraldur ein framúr góðan dyst, helst besta dystin yvirhøvur. Hetta og so tann veruleiki at Neistin spældi ein vánaligan dyst, fjaldi ymisk líti, sum liðið enn dregst við. Eftir mínum tykki er størsti veikleikin enn, at liðið ikki megnar at halda konsentratión. Hetta at slakka av, bert ein lítil skái er, ein leiðsla uppá trý mál sendir alt liðið út í tómgongd. Ta einu løtuna í seinna hálvleiki, tá átta mál vóru á muni, tá neistarnir høvdu yvirgivið seg, og eingin hugur var eftir at spæla, kom kollektiva tómgongdsspælið aftur. Neistin skoraði tríggjar ferðir á rað, og munurin minkaði til fimm mál. Hví ikki drepa dystin ordiliga? Beinanvegin H71 fer at spæla meiri til síðurnar í staðin fyri at vera í álopi, so koma feilir og initiativið ríkur.

Eitt annað, sum heldur ikki riggaði so væl í dag, var innspælingin til strikuna, men hetta kemur kanska ein annan dag.

Um Neistan

Neistin hevði ein ringan dag. Tað sá út til, at trupulleikar vóru við skaðum, tí uppstillingin var heldur skiftandi. Yvirhøvur hepnaðist tað ikki so væl, og tá komið var um miðjan seinna hálvleik, sýntist sum at hugurin ikki var so góður. Í hvussu er ikki at samanbera við ótrúliga góða lagið frá fyrr í ár. Hóast tað ikki gekk nakað serligt, so kann eg ikki lata vera við at nevna Sjúrð Thomassen. Hann hevur eitt ótrúliga gott skot, ella rættari ein ótrúliga dugnaligan máta at skjóta uppá. Burtur úr ongum, við sjálvt sogligum rørslum uttan serliga ferð, at fáa bóltin í netið. Hann skoraði fimm mál. Eisini legði eg til merkis Torstein Balle á høgra vongi , sum sera hegnisliga setti bóltin framvið mr. Kollsker. Neistin hevur eisini góðan málmann í Mikkjali Hansen, sum fleiri ferðir bjargaði í mann ímóti manni støðum.

Støðan

Kappingarstøðan gjørdist væl betur hjá H71, nú VÍF tapti á heimavølli fyri KÍF. Nú skulu vit bara vinna næstu tveir dystirnar móti vestmenningunum (við einum máli meiri tilsamans), so koyrir tað heila bara :)

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com