hósdagur, 16. januar 2014

Steypavikuskifti


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Veruligur steypadámur er um vikuskiftið.

Tíðliga leygardagin skulu finalistarnir hjá u10 finnast. Bæði dreingir og gentur hava kjans at enda í finaluni, har tey so sleppa at spæla á hasum notoriøsa gul-bláa gólvinum við AA-dómarum.

Eisini skulu finalistarnir hjá u14 finnast. Genturnar hava kjans at koma víðari, men har eru tvey onnur serstakliga sterk lið við í stríðnum at koma í finaluna, ikki minst Neistin.
Kyndil hevur eisini møguleika at gera eitt lítið yvirraskilsi, tí vindorkan er, um nakar, eitt satt finalufelag.

Dreingirnir eru væl við í landskappingini, og sum hálvfinaluluttakari hava teir tí eisini ein góðan møguleika at gerast finalistur.

d14 spæla í Vestmanna, g14 í Høllini á Hálsi, meðan d10 spæla á Giljanesi og g10 í Gundadalshøllini.

Mennirnir spæla eisini dyst, og hesin verður í Kollafirði. Vit eru kanska so spakuliga endurreistir eftir tvey heldur linlig avrik fyri og eftir jól.

Men hetta er steypakappingardystur, brannýggja bólkaumfarið í Coca Cola-kappingini.

Átta lið eru býtt í tveir bólkar, har tvey tey bestu liðini eftir tríggjar loknar dystir spæla hálvfinalu. Hetta verður lív, kanska fyrst og fremst tí hetta er ein nýggjur kappingarleistur.
Ikki eins cup-kent, als ikki, men øgiliga spennandi fyri tað.

Fremsta liðið, AA-liðið, spælir í Kollafirði nú leygardagin kl. 18.30, ið má metast at vera tann ultimativi upphitarin fyri eitt gott leygarkvøld, sigur ella ei.

Sum einasta felag hevur H71 tvey lið við millum átta tey ovastu, og tí skal eisini H71 2, ið er 1. deild ella menningarliðið, í dyst.
Hetta verður á Skála sunnudagin kl. 16.

H71 er í bólki 1. H71 2 er í bólki 2. Meiri ruddiligt fæst tað ikki.

Góða eydnu øll somul, framtíðin er kolasvørt!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com