mánadagur, 8. apríl 2013

Dreingir 12 akkurát ov stuttir


Skrivað hevur: Petur Mittún

Dreingir 12 leiktu avgerandi dystirnar í kappingini leygardagin í høllini í Kollafirði.

Áðrenn leygardagin høvdu vit bestu kortini á hondin. Eins og Neistin høvdu vit 22 stig á kontuni men manglaðu at leika 2 dystir, meðan Neistin manglaði at leika 1 dyst.

Tó var ikki nóg mikið við 2 stigum, um Neistin vann sín dyst. Hetta tí at Neistin var betri í okkara innanhýsis dystum. Kravið var tískil tveir sigrar móti Tjaldur og Stíf.

Tíanverri vísti tað seg, at dagsformurin hjá Tjaldur var góður, og endin var at okkara a-lið tapti dystin 14-10. So var bara at bíða eftir dystinum millum Neistan og Tjaldur. Dysturin var spennandi, um enn Neistin hevði munin.

Móti endanum bleiv sera spennandi, og hevði Tjaldur møguleika fyri at javna í síðsta álopinum.

Soleiðis bleiv ikki, og endin varð, at Neistin vann við 1 máli, 9-8.

Harvið gjørdist Neistin FM-vinnari, H71 nr. 2 og Tjaldur nr. 3 í a-bólkinum hjá dr. 12.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com