týsdagur, 11. februar 2014

H71 í Klaksvík


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Vit spæla í Klaksvík í morgin.

Hetta er ein heilt óvanliga umráðandi dystur, tí við hesum koma vit ájavnt við StÍf og, saman við teimum, pota hvaðna meiri trýst á VÍF, sum má vera liðið, strandingar, havnamenn og hoyvíkingar fara eftir big time.

Hitt plássið, fyrstaplássið, er farið. Men tað er gott farið, tí eitt annaðpláss er ikki at kimsa at. Tað eru jú tvey tey ovastu liðini, tvey tey bestu liðini tvørturígjøgnum kappingarárið, ið tá enda í einari mano i mano-orrustu.

FM-heitið, hóast hatta show-stásið, sum kringar Coca Cola-steypakappingina, er veruligi tungvektarin. Tað er har, vit vilja vera, og hoyra heima.

Nú er ikki at taka sær av løttum, men halda á við tí góða spæli, tit vístu í seinnu hálvfinaluni á Hálsi ímóti Kyndli. Hatta var nakað av tí!

StÍF vann við einum máli. Einum. Og vit vita, óansæð um Zarko er rýmdur til VÍF ella ei, at Team Klaksvík er eitt trupult lið at spæla ímóti í Klaksvík. Eisini er væl hugsandi, at hasin søguligi steypasigurin í d10-deildini hevur givið eyka trúgv uppá "projektið" har norðuri. Altso, at ein eyka optimisma er íkomin, sum røkkur heilt til felagsins bestudeild.

Koyrið á Maskinuna, H71!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com