fríggjadagur, 14. februar 2014

Nú nærkast ársins bygdaball - 80-ini umaftur!


Ja, nú er bíðitíðin skjótt av.

Showmenn gleða seg, DJarnir gleða seg, og tað gera vit eisini... MEGA.

Dyrnar opna kl. 23, og tá leggja DJarnir út við gedignum 80ara musikki. Seinni trína Showmenn á pall. Var tað feitt í fjør, tá verður tað feitari hesuferð. Og soleiðis fara partarnir báðir at skiftast inn í Hoyvíksnátt.

Vit skilja á lagnum, at allar hugsandi konstellatiónir eru á skránni í samband við ársins kommunuball: bindiklubbar, starvsfólkaveitslur, flogbóltslið, hondbólturin, sjálvandi, grannagildi, næmingatreff og so framvegis. Stuttligt verður.

Okkara óføru AAarir eru vaktir, so verið fitt við teir, tað veri seg við høvuðsdyrnar sum aðrasteðs í høllini, har óviðkomandi onga atgongd hava.

Aðramáta, av meiri praktiskum slag, er betri við kontantum enn gjaldskorti, tá reiður peningur ger, at alt verður skjótari at avgreiða, tá tørvur er á hesum.

Viðvíkjandi vesiviðurskiftum, tá verður vesivognur í skúlagarðinum umframt vanligu vesiini í høllini. So ongin grund at spýta í glasið.

Eftir er bara at bjóða øllum tykkum við atgongumerki vælkomin í 80-ini umaftur!

80-ini umaftur! - fyrireikingarbólkurin hjá H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com