týsdagur, 1. apríl 2014

U-20 á veg til Ísrael


Skrivað hevur: Høgni Hoydal

Seks H71-arar á veg til Ísraels við U-20 landsliðnum.

At ungdómsarbeiðið í Hoyvík prógvar sítt virði, sæst aftur á so mongum økjum.

Á tí føroyska U20-landsliðnum hjá monnum, sum í morgin fer til Ísraels at spæla undankapping til Evropeiska meistaraheitið, eru ikki færri enn seks leikarar úr H71 tiknir út.

U20-landsliðið skal í sínum bólki spæla ímóti Rumenia, Ísrael og Luksemburg. Flestu leikarar eru bert 17 ára gamlir – og onkur enntá 16 ár – so hetta er eitt stórt tak og ein íløga hjá Hondbóltssambandi Føroya í Framtíðina.

Seinastu dagarnar hevur U20-landsliðið leikt venjingardystir ímóti teimum fremstu liðunum í Atlantic Airways deildini hjá monnum, og hevur staðið seg sera væl. Teir hava vunnið við tveimum málum á bæði KÍF og á VÍF.

Eftir dystin ímóti VÍF mánakvøldið vóru hesar myndirnar tiknar av landsliðnum (forsíðan) og av teimum seks hoyvíkingunum á liðnum (her omanfyri).

Teir seks hoyvíkingarnir eru úr vinstru: Hilmar Leon Jakobsen, Tóraldur Kollsker, Djóni Højgaard, Tróndur Arge, Jónas G. Djurhuus og Helgi H. Hoydal.

Vit á heimasíðuni ynskja teimum og øllum landsliðnum bestu eydnu við tí stóru uppgávuni Ísrael.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com