sunnudagur, 13. apríl 2014

So var liðugt fyri í ár


H71-Kyndil: 21-29 og H71-KÍF: 31-28


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Besta mansliðið hjá H71 spældi sín seinasta dyst í hesum kappingarárinum í dag.

Dysturin var í Kollafirði móti KÍF. Úrslitið varð ein sigur til finalistarnar úr KÍF uppá 31-28, eftir ein javnan og til tíðir eisini intensan dyst. Ein innsatsur, sum var væl betur enn móti Kyndli fyrr í vikuni, tá vit taptu heili 21-29 móti einum kyndlaliði, ið var væl meiri tendrað enn okkara menn.

Alt var tó avgjørt undan báðum dystunum, og avrikini vóru helst skiljandi hareftir. Serliga dysturin móti grønu grannunum bar av, tað er onki at minnast aftur á.

Vit takka fyri í ár, koma sterkt aftur næsta kappingarár og ynskja annars VÍF og KÍF eina góða finalu.

---
Umframt myndirnar frá dystinum móti KÍF, sum tú sært til høgru her í myndini, so kanst tú eisini síggja myndir frá dystinum móti Kyndli í myndasavninum.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com