hósdagur, 15. mai 2014

U18 kvinnur næstan klárar


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Mynd frá Hsf.Fo

Ein bruttohópur við 25 leikarum er klárur.

Føroyskt U18-landslið fyri kvinnur skal luttaka á European Open, sum verður í Göteborg í døgunum 30. juni til 4. juli í ár. Hetta er um júst somu tíð, sum kenda Partille Cup eisini er á skránni.

Fyri okkum er tað spennandi, at tveir av leikarunum eru frá H71: stinni málverjin Annika Petersen og kvika Guðrið á Borg.

Guðrið var seinasta leikár á G17-liðnum, meðan Annika hevði dupultleiklut sum málverji hjá bæði G14 og G17.

Í U18-bruttohópinum eru hesar:
Annika Arge (Stjørnan)
Vár H. Thomsen, (Kyndil)
Marita á Fríðriksmørk (StÍF)
Elisabeth Vang, (Neistin)
Annika F. Petersen (H71)
Guðrið á Borg (H71)
Beinta Bárðardóttir (Kyndil)
Fía Hoydal (Kyndil)
Sanna S. Gunnarstein (Kyndil)
Guðrun R. Olsen (Kyndil)
Hanna H. Hansen (Kyndil)
Magna Tórðardóttir (Kyndil)
Lilja Mohr (Neistin)
Súsanna P. Nólsoy (Neistin)
Kristina Poulsen (Stjørnan)
Jórun Bech Nielsen (Stjørnan)
Hervør Olsen (Stjørnan)
Tóra Eliasen (Stjørnan)
Rebekka Poulsen (StÍF)
Guðrið Poulsen (StÍF)
Erla Petersen (StÍF)
Brynja Høj (Viborg)
Marianna Holm Jacobsen (Kolding)
Beinta S. Poulsen (Kolding)
Marianna G. Eystberg (GOG)

Tað eru tó bara 16 av hesum, sum sleppa til Svøríkis. Endaligi hópurin verður úttikin og kunngjørdur 11. juni, so til tá muga vit bíða í stórum spenningi.
Og vóna, at í minsta lagi onnur av okkara sleppur gjøgnum nálareygað hjá venjarunum, sum eru Flemming Oliver Jensen og Bárður Johannessen.

Kelda: Hsf.Fo.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com