mikudagur, 21. mai 2014

U20 hjá monnum er í Andorra


Føroyska U20 mans-landsliðið er í Andorra.

Í dag, 21. mai 2014, skal føroyska U20-landsliðið í hondbólti hjá monnum leika sín fyrsta dyst í IHF Trophy, ið er kapping fyri smátjóðir í hondbóltshøpi. Innleiðandi umfør eru í ávikavist Evropa, Pan America, Asia, Afrika og Oceania.
Síðani er ein heimsfinala, og har vinnandi liðini í hvørjum heimsparti kappast.

Føroyar eru í bólki saman við Aserbajan, Írlandi og Andorra. Í hinum bólkinum eru Moldova, Georgia, Stóra Bretland og Albania.

H71 er best umboðaða felagið, tí vit hava heilar 7 av 14 leikarum á liðinum (íroknað Helga H. Hoydal, sum seinastu tvey árini hevur leikað í Viborg).

Tóraldur Kollsker, okkara AA málmaður, er ikki við í fyrsta dystinum, tí hann skal til endaliga próvtøku í Hoydølum. Og tí fer hann ikki úr Føroyum fyrr enn í dag.

Jónas G. Djurhuus, playmakari á okkara AA liðið, kemur helst eisini at leika sum vinstri bakkur í dag, tí Eirikur Simonsen úr Viborg - upprunaliga Kyndil - sum er sterkasti leikarin á hesum plássi, er eisini upptikin av próvtøkum; hann kemur ikki til liðið fyrr enn seinni í vikuni.

Somuleiðis er við Julian Olsen úr VÍF. Hetta kemur helst at geva pláss til okkara skjótasta mann Djóna V. Højgaard á vinstra vongi.

Spennandi verður, um okkara yngsti og hægsti leikari, Hilmar Leon (árg. 97), sleppur at royna seg í dag eisini. Hann fekk nakað av spælitíð í Ísrael í apríl mánaði, og hann er klárur at taka av avbjóðingini aftur.

Pætur Thomsen, sum nú er við aftur, eftir at hann ikki varð úttikin seinast, eisini tí hann hevur havt ryggtrupulleikar, hevur nakað at prógva. Við hansara framúr teknisku førleikum verður spennandi at síggja hann fara at royna seg í hesum høpi.

Tróndur Arge, sum eisini er partur av okkara AA liðið, er við sum høgri bakkur og um neyðugt, so kemur hann helst at avloysa Helga á strikuni. Tróndur er sera týdningarmikil í verjuni, sterkur og ikki bangin fyri at taka fatur, har tað er neyðugt. Hann hevur ein sera góðan "geist", tá hann spælir, og hann er góður at seta liðið upp, tá tørvur er á tí.

Helgi H. Hoydal hevur sum einasti strikuleikari á liðnum ein týdningarmiklan leiklut. Hann skal skapa pláss í álopinum, og um vit skulu fáa góð úrslit, er umráðandi, at samanspælið við eitt nú Jónas, sum fyrr hevur verið framúr, kemur at virka. Við tað, at hann eisini er stýrandi í verjuni, er liðið sera nógv tengt at, hvussu Helgi spælir.

Kringvarp Føroya er við í Andorra og hevur frásøgnir frá dystunum.

Leikskráin sær soleiðis út:

21-05-14 kl. 17:00 Aserbajan - Føroyar
22-05-14 kl. 17:00 Føroyar - Írland
23-05-14 kl. 19:00 Andorra - Føroyar
24-05-14 Semifinalur og plaseringsdystir
25-05-14 Triðjapláss og finala

Vit ynskja okkara garpum, hoyvíkingum og føroyingum annars, góða eydnu!

H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com