mánadagur, 26. mai 2014

Føroyar on my mind


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndirnar eru læntar frá hsf.fo

- vit vunnu IHF Trophy

Georgia vóru sólarklárir favorittar í finaluni, men vit vundu burturúr teimum í Andorra. Meðan okkara ungu menn stríddust í hesum merkverdiga fúrstadømi í Pyreneunum, kundu vitonnur fylgja kappingini umvegis radiolurtið--takkað veri Kringvarpi Føroya og HSF. Framúr útvarp, framúr initiativ.

Tað er ikki ofta, at eg eri í Runavík. Heldur ikki so ofta, at eg slái gras við kantklippara. Men uppaftur meiri sjáldsamt, mestsum óhoyrt, at eg slái gras í Runavík meðan eg lurti at hondbóltsdysti. Frálíkt fríggjakvøld har inni, og so í sól.

Sambært Leivi Frederiksen og Ára Rouch byrjaðu vit betur í øllum leikum. Neyðugt nærlagni og kollegiali viljin gjørdi, at vit dikteraðu dystin og skaffaðu eina greiða leiðslu at byrja við.
Hálvleiksleiðslan í finaluni sunnudagin var 17-12, men sum eg so roknaði við, at nú fóru hinir at vísa tenn, gjørdu vit bart við at spæla tannlækna og toga tær úr teimum. Vit ikki bara øktu, men næstan dobblaðu føringina, hvat er rættur vinnarahugur. Føroyar vann 34 - 25.

Og tá ið so Julian Olsen og okkara egnu Tóraldur og Helgi høvdu kroniskan hug at renna út á vesið mitt í finaluni, gerst úrslitið hvaðna flottari.

Fúrstadømið í Pyreneunum átti vertsleiklutin hesuferð, og væl eydnaðist... ja, um vit líka ignorera bleytar magar við meira. Harumframt er tað væl eisini eitt upplivilsi hjá teimum at enda á einum so ótraditionellum staði og Andorra, kleimt millum Frakland og Spania.

Í hópinum vóru 7 út av 14 leikarum H71arir, um vit telja Helga uppí (og sum næsta ár kemur at spæla í svørtum). Hetta sigur ikki sørt um ungdómaarbeiðið hjá felagnum, sum Hvannrók herfyri nam við í grein um broyttu hondbóltsmyndina á dreingja- og manssíðuni (tað kanst tú lesa her).
Hetta eiga vit vera errin um samtíðis sum vit hátíðarhalda samlaða liðinnsatsin, tí har vóru bæði VÍFarir, strandingar og ein neistaleikari við, hvørs íkast tú ikki hevði kunnað verið fyriuttan.

Tillukku, Føroyar, venjaratoymi og leikarir!

Virðingarfylst,
H71

---
Mánakvøldið kom liðið heim aftur.
Heimasíðan hjá Jóanis Nielsen, jn.fo, hevur her myndir frá heimkomuni.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com