fríggjadagur, 13. juni 2014

Hoyvík, Hoyvík, Hoyvík


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Vagnur Michelsen

Tað var Tony Blair, ið byrjaði við hasi heilavaskandi ramsuni Education, Education, Education fyri líkasum at undirstrika tað, hann helt skuldi á dagsskrá í hansara stjórnartíð.

Av tí sama komu betri skílar. Loysunarorðið var minni skúlar, minni flokkar og eitt sterkt etos ella kultur fyri skúlan. Og, ikki minst, fría skúlarnar við øktum ábyrgdarhavi og medeigaraskapi sum fylgju; og síðst, taka kappingarelementið frá tí privata og inní almennt regi og so lata almennar skúlar kappast innanhýsis.

Óansæð, politikkurin var so mikið væleydnaður, at tv-produsentar nú fóru í holt við at gera, ja, alskyns sendingar--solongi sum tú endurtók tittulin akkurát tríggjar ferðir.

Harav Location, Location, Location, sum annaðhvørt handlar um bústaðarmarknaðin ella umvæling av húsum. Saman við mati og reality er samlaða sendiflatan eftirhondini stúvstappað við hesum degenererandi heilagreyti.

Heilavaskandi ella ei, so er tað væl ongin loyna, at til tess at fremja hoyvíkshondbólt, verður tú noyddur at endurtaka nakrar máliskur nakrar ferðir: sum til dømis "sigur tú Hoyvík, sigur tú H71", og øvut.

Av tí sama hevur heimasíðan í tíð og ótíð lagt seg eftir meiri enn bara hondbólti sum so.

Kortini, aldri meiri enn nú, har tað siðsøguliga perspektivið trúliga kemur fram.
H71 ber bara til, tí Hoyvík stendur aftanfyri felagið. Hinvegin meina vit so, at Hoyvík ber so øgiliga væl til, nettupp tí at H71 fungerar sum ein samfelágsberi fyri 188:)
So hví ikki ein innsatsur, ið bara skríggjar Hoyvík, Hoyvík, Hoyvík (!)

Hetta hevur borið til, tí Marjun Arge Simonsen herfyri játtaði at skriva nøkur kompetent orð um Hoyvíkina.
Fyrst var tað "Staðarnøvn í Hoyvík", ið nú er at finna meiri permanent á felagsins heimasíðu, enntá á forsíðuni, um tú rullar næstan heilt niður á síðuni, so niðast høgrumegin saman við H71-sanginum og Søgan hjá H71 fest á film.

Staðarnøvn í Hoyvík kemur inn á sjálvt navnið Hoyvík, ymsar orðingar og gevur svar uppá spurningin: "Men hvar eru bóndahúsini?"
Tey eru sjálvandi Heima á Garði, og ikki niðri í Hoyvíkini ella gomlu Hoyvíkini.

Altso, ein óvanliga góður áminningarpakki um alt, sum hevur við Hoyvík og staðarnøvn at gera.

Ídag er so næsta greinin komin. Hon eitur "Garðar og traðir í Hoyvík". Eisini hesa hevur Marjun Arge Simonsen skrivað. Og vit takka Marjuna fyri óført gedigent arbeiði.

Góðan lesilyst,

H71 í Hoyvík, Hoyvík, Hoyvík



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com