fríggjadagur, 15. august 2014

H71 á Akureyri


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- Mývatn og kvøldarvenjing

Ferðaliðið kom til Seyðisfirðar gjáramorgunin. Túrurin úr Havnini við Norrønu var framúr. Tænastan umborð var á øllum økjum óvanliga góð.

So góð, at tað ikki bara var at siga tað at tørna inn. Og við fryntligum og fyrikomandi starvsfólki lættir eisini um hjá teimum, ið merktu sjógangin dekan ov væl.

Vit koma aftur og fram í eini kombinatión av privatum og leigaðum bilum. Hetta riggar óført. Fjarstøðan er óhugnalig í Íslandi, men landslagið javnar aftur fyri hesa lutfalsliga longu koyritíð. Tori eg at siga tað... meiri stórfingið ella merkisvert enn í FO.

Ávegis til Akureyrar sóu vit 620 metrar høga Fjarðarheiði og oyðimarkarkendar víddir, mestsum mánaslig jarðarskorpa, sum vit nærkaðust Mývatn.

Og her, við Mývatn, var lív, hjá eldri sum yngri. Tí her hava tey sína egnu útgávu av Bláa Lónið, Blue Lagoon. Tó, meiri bygdasligt, minni pengasligt. Hugnaligari, um tú vilt.
Hesin heilsu- og náttúrubaðardepil eitur Jarðbøðin, og øll sum ein í ferðaliðnum gjørdu sær dælt av hesum marglætisupplivilsi. Aftaná settu vit okkum uttanfyri við útsýni oman í sjálvan hylin at eta matpakka, ið starvsfólk hjá Norrønu høvdu fyrireikað.

Um tað er eitt sindur langt at koyra úr einum staði til annan, tá er øðrvísi í Akureyri, hesum undurfulla setursbýi. Her er fráleikin líka fyri. Stutt til handils, til venjingarhøllina, til geotermiska svimjihylin, til botaniska havan, til yvirkulu Arts' Alley, til flogvøllin, Dominos.

Apropos flogvøllur, tá kom Ári Dam ta longu leið úr Hjørring beint eftir klokkan seks á kvøldi. AA-hópurin annars við liðleiðarum var farin niðan í KA Sporthall, tí venjingin byrjaði kl. 18, men vit gjørdu skjótt av og spitaðu í høllina.
Skjót upphiting og málmaðurin, hesin nýkonverteraði og serstakliga dámligi H71ari, var klárur at joina venjingina í hesi bogaskaptu høll. Menn vóru móðir, men tað var tó gott at nerta hondbólt og gerast kunnugur við kringumstøðurnar.

Vit búgva á einum útmerkaðum vallaraheimi lúkst í býnum, Stórholt at navni. Hiðani er, sum sagt, ikki so langt til venjingarhøllina, har vit íkvøld spæla dupultdyst, fyrst fyrsta-liðið, síðani ungdómsliðið.

Hvør mótstøðan er og hvussu gongst, ja, tað frætta tit nærri um í morgin.

Vinsamlegast,

H71 í Íslandi

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com