sunnudagur, 17. august 2014

Sunnudagur á Akureyri


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Siffrini 19 - 34 sigur líka sum alt. Dysturin ímóti staðbundna U21-liðnum var ikki ein trupul setningur. Tað skyldast lutvíst egið avrik, men í størri mun mótstøðuliðsins, ella mangul upp á sama.

Vit spældu so væl, at sjálvt Petur og Halgir vóru væl nøgdir. Vit spældu konsentrerað og dissiplinerað, men fyrst og fremst náðileyst tvørturígjøgnum dystin. Gott strikuspæl, ikki bert millum Jónas G. Djurhuus og Helga Hildarson Hoydal, men Mark Marcher og Sigmundur x 2. Super.

Mótálopini byrja eisini at sita, hvat væl eisini er upp á tíðina, nú tá ið tey hava verið í dvala í trý ár ella so.

Á kvøldi, eftir dystarlok, fingu vit forlorna haru, epl og reyðkál. Haruna, ella fráveruna av hesi, stóð Nina fyri.

Síðani var spurnarkapping á skránni. Tríggir bólkar, ein leiðarabólkur, ein yngru leikarar, ein eldru. Leiðarnir vunnu. Av spurningum kann nevnast "hvør halda tit, eg haldi, at Jens tendrar mest uppá?" Teir fingu 5 valmøguleikar, men tað var altso Mariska Hargitay úr Special Victims Unit, sum var tað rætta svarið.

Ein annar spurningur var, "hvussu nógv doyðu av krabbamein í baktarminum í 2006 í FO, óansæð aldur og kyn?" So løgið tað ljóðar, kollgittu tveir bólkar, meðan hin triðji var eitt tal við síðuna av. Rætta svarið var 5.

The Metuzalems hjá Petur Even vann, hóast hann gitti, at tað vóru 1000 flogvallir í Stóra Bretlandi, tá ið tað faktiskt eru 56 í tali. Tapandi bólkurin skuldi taka uppvaskið, men køksdamurnar høvdu langtsíðani fiksað uppvaskið, áðrenn hetta bleiv relevant.

Sunnudagur er í dag. Sólríkur sunnudagur. Eitt sindur kalt í luftini, men píkasjey sum sólin er bjørt, og luftin frísk. Leikarnir vandu kl. 9.30, aftur í morgun, og hetta var ein góð venjing, skal eg heilsa og siga. Øgiliga intens.

Eftir venjing fingu vit hálvan høsnarunga hvør, rís og karrysós, og kips.

Og so út at sita í hesum harrans veðri. Tónleikur, kaffi og skuffukøka við sjokulátuglasuri. Og sjavs--eyðveri tað.

Leikarnir fóru forrestin ein túr aftaná venjingina kl. 11.30, og tað er har, nøkur eldri við børnum fara nú. Aftaná til dyst, har unglingadystur er á skránni. Hinir, teir eldru, fara at lyfta metall í ein tíma.

Í kvøld taka vit okkum av lættum, leikarnir uppíroknaðir. Teir sleppa ein túr í býin, men skulu vera heima aftur klokkan 1 prompte. Og góðan atburð, hvar enn teir so leita sær niðri í býnum. Men teir eru so óluksáliga búnir, at hetta á ongum øki er nakar sum helst trupulleiki.

Í morgin er bakka flot, ella river-rafting, á skránni. Hetta verður í Siglufirði, har vit so eisini fara at gista.

Veðurforsøgnin er av tí slagnum, at René ikki gevst at smíla, so hetta er bara alt so mjø gott.

H71 á Akureyri

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com