mánadagur, 18. august 2014

H71 í Siglufirði


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Klokkan er 10 íslendska tíð. Ferðaliðið minus Petur Even og frúan er í Siglufirði eftir ein framúr dag á ferð.

Gjárkvøldið var annars dystur á skránni. Og tað kann nú staðfestast, at sigurrøðin er óbrotin. Unglingarnir vunnu 39 - 26. 

 

Við hesum unglingadystum fær allur hópurin kjansin fyri spælitíð, so hetta er kærkomin møguleiki hjá hesum ungu garpum.

 

Samanhaldið er gott, fullstendiga formidabult, og samspælið byrjar at líkjast nøkrum, ið kann bera á mál.

 

Í morgin skulu bæði liðini í akjsón, og tað er serliga fyrsta-liðið, sum fær eina trupla uppgávu. Vit skulu møta einum liði úr bestu deildini, harímillum nøkrum fyrrverandi Bundesligaleikarum. 

 

Ein teirra eitur Sverri Jakobsson, vanliga kallaður Veggurin. Eg hugsi, at hetta fungerar sum ein ábending um, at hesin kann brúkast í verjuni.

 

Hetta verður spennandi, og vit gleða okkum at síggja, hvussu okkara leikarar fara at standa seg ímóti trúliga kompetentari mótstøðu.

 

Eftir dyst sluppu leikarir at taka sær av løttum. Nakrir fóru í kykmandahøll, aðrir á kaffistovu, meðan aðrir tóku, ja, enn ein kross.

 

Allir fingu boð um at vera heima áðrenn klokkan 1. Og allir sum ein vóru heima áðrenn hesa ásettu tíð.

 

Eg kann bara endurtaka, at áh sum tað er stuttligt, tá so er: at gevur tú fólki ábyrgd, tá takka tey fyri á best hugsandi hátt.

 

Teir fingu loyvi at sova til klokkan 10 í morgun. Av tí sama, so er við loyvum, vaknaðu teir flestu langt áðrenn. Teir fingu sær morgunmat og gjørdu hvør sín monstur-matpakka at hava við á túri uppaftur longur norður í landið.

 

River-rafting hjá topp-útgjørdu fyritøkuni Viking Rafting var á skránni kl. 14.

 

Sólskin var, eins og í gjár, men tá sólin ikki skínur lúkst á kroppin, er luftin bítandi frísk. So vatnið er kalt. 

 

Øll uttan Hanus (málmaðurin), René og eg við smábørnum river-raftaðu. 

 

Hetta var eitt stuttligt upplivilsi; ikki so vandamikið, sum onkur hevði væntað og fryktað, men orkukrevjandi.

 

Tríggir bátar mannaðir við hoyvíkngum, har hvør bátur tó hevði eitt starvsfólk í bátinum sær. Tveir enskt-talandi asiatar, ivaleyst fjareysturmenn, meðan hin triðji var íslendingur. 

 

René og eg koyrdu sum svakir eftir ánni at fanga nakrar góðar myndir til okkara kæru lesarar, men á veg heimaftur kom oort í alt. Av onkrari grund endaðu vit millum kýr og seyð av hundunum til ónkustaðni á norðurlendska norðurlandinum.

 

Og fyri líkasum at toppa hesa villeiðing av, spýði eitt barn og annað ýldi sum ein stungin grísur, sum vit skuldu til at venda við í tí anerkenning, at vit vóru endaðir onkustaðni, vit ikki reiðiliga kendu aftur. Super.

 

Líkamikið, monnum líkt, so fiksaðu vit hetta so hvørt. Barnið gavst at gráta við hjálp av muturi og heimsins bestu nanny, Maika Margreta, meðan pápin brúkti alt hugsandi uppturingar-tilfar at vaksa stakkaladrongin, sum hevði fingið bilverk vegna bumputum vegi, I-paddin og bilstól, og dúrkið í bilinum, og hurðina og...

 

Óansæð, nú flenna vit at tí og klappa okkum á ryggin fyri væl útinnt problemknúsarí.

 

Vit hittu hini, River-raftarnir, uttanfyri Bakkaflot. Tey vóru í góðum lag og útlúgvað. Vit, ja, vit vóru bara útlúgvaðir.

 

Síðani koyrdu vit til Siglufirðar, har vit eru nú. Ein spøkilsisbýur, men áhugaverdur kortini. Vit fingu eta, nakað, Anna Dam hevði arrangerað áðrenn framkomu. Ein rosalega góð máltíð við høsnarunga og rísi umframt pitsa.

 

Vallaraheimið er eisini á heilt góðari leið, og vit hava tað fyri okkum sjálvi.

 

Bilurin hjá Petur Mittún gekk fyri, so hann verður sleipaður til Akureyrar í morginári.

 

Av tí sama, vegna plásstrot, fer ein vaksin við børnunum við bussi til Akureyrar, sum er okkara tilhaldsstaður, bæði so og so.

 

Vit gleða okkum til í morgin, til venjing, sól, uttandurðasvimjing og dyst.

 

Vinsamlegast,

H71 í Siglifirði

 

(Nýggjar myndir verða lagdar í myndasavnið í morgin, týsdag)

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com