mánadagur, 15. apríl 2013

Gentur 12 B silvurkrónur í B-bólkinum


Gentur 12b, silvur


Skrivað hevur: Annfinn Simonsen

Mynd: Jógvan Rubeksen

Gentur, sum eru føddar í 2001, hava mannað 12 B liðið í vetur.

Tær hava verið óførar at vant, og fleiri eru tær somu sum undanfarna ár. Men nú í vár er tað gleðiligt hent, at fleiri eru lagstar aftrat.

Hallur Danielsen hevur verið venjari og Tróndur Arge hjálparvenjari. Hallur hevur verið nógv upptikin av G12A, G14C og døming í Hoyvíkshøllini og tí ikki verið við til nógvar dystir. Tróndur spælir við D18 og monnunum, so heldur ikki hann hevur havt stundir til nógvar dystir við B liðnum. Tískil hevur undirritaði saman við Jákup Símun Simonsen fyri tað mesta verið á bonkinum saman við gentunum. Men tað hevur heilt sikkurt verið stuttligt og gevandi. Man hevur roynt at skift út sum frægast, so allar fáa nakað av spælitíð, tó ikki altíð líka lætt, vit hava verið millum 11 og 13 gentur. Og so eru úrslitini eisini komin, men tað hava genturnar syrgt fyri - við eitt sindur av stuðli frá bonkinum.

Huglagið millum genturnar hevur verið positivt, hóast tað hevur gingið upp og niður, tó oftatst upp. Hava vit tapt ein dyst, so eru tær keddar eina løtu fyri síðani at herja á aftur við góðum treysti næsta dyst. Foreldrini hava eisini verið ófør at stuðla, og ongantíð stendur á við bilum at koyra út um landið til dystirnar.

Tá árið byrjaði vunnu vit allar dystirnar, men tað gekk ein tíð áðrenn vit møttu Kyndli, sum eisini vann allar sínar dystirn. Í undansteypakapping vunnu vit so móti Kyndli, so vónirnar vóru góðar. Fyrra landskappingar-dystin taptu vit so móti Kyndli. Síðani settu vit okkurt stigið til her og har, og Kyndil vann allar sínar dystir.

So tá seinasta umfarið kom fyri á Skála leygardagin 6. apríl, var greiði setningurin at verja silvurið heim til Hoyvíkar, sum bæði Stjørnan B, VB og Neistin B eisini høvdu í eygsjón. Og skjótt sást eisini, at genturnar vóru stálsettar, at málið skuldi bara røkkast. Vit møttu fyrst VB, sum vit høvdu spælt javnt móti fyrr í ár. Og stutt sagt, so vardu genturnar fyrimindarliga, og við skjótum álopsspæli vunnu vit ein knúsandi 11-3 sigur, har VB einki mál fekk í seinna hálvleiki.

Síðani vóru B-bólkavinnarnir Kyndil á skránni. Eisini her gekst væl, vit vardu aftur væl og komu framum við eini 2 málum. Hetta hildu vit til miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Kyndil tók at nærkast. Tá stutt var eftir, kom Kyndil fram um fyri fyrstu ferð í dystinum. Men okkara gentur vildu tað øðrvísi, og vit javnaðu, tá 1 sekund var eftir :)  Tað var týðuliga týdningarmikið fyri genturnar ikki at tapa móti gullvinnarunum henda dagin.

Alt í alt ein fínur endi á einum fínum kappingarári. Vit ynskja at enda Kyndli tillukku við fremstaplássinum.

Annfinn, liðleiðari

Á myndini síggjast genturnar saman við hjálparvenjaranum. Á myndin vantar Guðrun Hansen.
 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com