týsdagur, 2. september 2014

Mark Marcher, høvuðsungdómsvenjari í H71


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: anfinnur

Av tí at Flemming Oliver Jensen er meiri í HSF enn í H71, gjørdi felagið av at seta í starv ein høvuðsungdómsvenjara.

Hann er nú settur, faktiskt longu í vár, men hann kom til landið 1. august. Navnið er Mark Marcher.

Tað gekk ein góð vika, og tá var hann við ferðaliðnum hjá H71 til Akureyrar. Hetta
var eitt gylt høvi hjá honum at kenna nøkur teirra, ið mynda felagið, venjarar og leikarar, samtíðis sum vit lærdu hann at kenna.

Mark er ikki so gamal, men hasin bólturin, ið nú einaferð situr á mannahálsinum, er ein óvanliga royndur og gávaður ein av slagnum. Og so er hann høviskur afturat, barnagóður og fyrikomandi við einum heilt hóskandi myndugleika.

Felagið er ivaleyst í, at vit við Mark Marcher hava skorað ein framúr venjara til ungdómspartin hjá H71. Tað er hesin partur, sum um ikki so nógv ár fer at síggja til, at H71 fer at verða mannað av púrt heimavaksnum monnum. Og tað sama fyri kvinnudeildina.

Sjálvur hevur hann ikki spælt hondbólt í nøkur ár nú, men hevur so ístaðin halgað seg venjaragerningin. Men, í Íslandi funnu vit útav, ja, nakað áðrenn tað eisini, at hann er alt annað enn óbrúkiligur.

Mark er ein skilagóður leikari við góðum fysikki, og riggar annars væl til mátan, vit í Hoyvík spæla uppá. Og hann tekur ábyrgd, veruliga ábyrgd, hvat aðrir nú eisini eru byrjaðir at gera. Eisini sosialt. Hann avrikaði væl í venjingardystum á Akureyri, eisini ímóti KA, og fer óivað at fungera sum enn eitt nyttugt kort hjá Peturi og Halgir í ætlanini at røkka finalur.

Mark Marcher byrjaði at spæla hondbólt sum 12 ára gamal. Nokkso gamalt, altso. Hetta var í Slagelse. Sum u16-leikari flutti hann til Viborg, tiltikni hondbóltsbýurin í mið-Jútlandi, at ganga á hondbóltseftirskúla.

Har fekk hann so avtalu í hús, og spældi tey næstu árini fyri Viborg HK sum seniorur í 2. deild.

Hansara venjararoyndir byrjaðu í álvara við u14- dreingjunum hjá Viborg, sum hann hevði ábyrgd av í tvey samfull ár, frá 2010 - 2012.

Hareftir varð hann promoveraður sum u16-venjari í felagnum, har hann eitt nú hevði fornoyilsið at venja Helga Hildarsson Hoydal og Jónas Gunnarsson Djurhuus.

Liðið var millum tey bestu í Danmark fyri sín aldursbólk árini 2012 – 2014. Meðan hann vandi u16-dreingirnar hjá Viborg HK var hann knýttur at Sports Academy Viborg sum hondbóltsvenjari burturav.

Tað var um hansara kunnleika til hesar føroysku leikarar, at hann endaði í Hoyvík, í H71. Og so møguleikin at seta dáma á eina røð av hugagóðum ungfólki, tí—sum hann sigur: ”Min motivation for at komme til Færøerne og H71 var, at jeg syntes tilbuddet om at være med til at præge en masse unge håndboldspillere med mine filosofier indenfor håndbold være spændende”.

Hansara hondbótlsskúli sum venjari leggur doyin á, at leikarir skulu hugsa sjálvir, taka ábyrgd. Hetta, meinar Mark, kann millum annað gerast við at ”dække offensivt, spille frit angrebsspil med fokus på den individuelle vurdering”.

Tá tað kemur til teir lægru aldursbólkarnar fer tað fyrst og fremst at snúgva seg um, ”at tess meiri tey nerta bólt, betri blíva tey”.

Nakað, hann vónar og roknar við, kemur at síggjast aftur rættilia skjótt, sum venjingarnar fara at taka dik á seg.

Byrjanin lovar væl, heldur hann, ”det er en fornøjelse at se så mange glade og håndboldinteresserde mennesker”.

Ja, so nú er bara at møta til venjing, væl fyrireikað og lurta væl eftir.

Vælkomin til Hoyvíkar, Mark, vælkomin til H71.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com