fríggjadagur, 5. september 2014

Auto Service og H71 gjørt samstarvssáttmála


Aftur í ár hevur Auto Service avgjørt at gera stuðulssáttmála við H71. Hesuferð fyri 2 ár.

Auto Service hevur seinastu 3 árini verið ein av høvuðsstuðlunum hjá H71, og hevur nú serliga lagt seg eftir at stuðla ungdómsarbeiðinum hjá H71.

H71 er millum størstu hondbóltsfeløg í landinum, og stóra talið av ungum íðkarum setur serlig krøv til felagið. Felagið hevur aftur í ár valt at seta í starv høvuðsungdómsvenjara at menna ungu leikararnar, og hevur tí heintað ungan, men royndan venjara frá Viborg HK til felagið. Slíkt kann bert lata seg gera við hollum stuðuli frá vinnulivinum, millum annað P/F Auto Service.

P/F Auto Service og H71 hava havt gott samstarv seinastu árini og vænta at røkka góðum úrslitum, tað veri seg í fremstu mansdeildini og í barna- og ungdómsdeildunum.

Besta mansliðið hjá H71 er eins og undanfarin ár sera ungt, men hóast frágongd, eitt nú frá serstakliga góða málverjanum Tóraldi Kollsker, er liðið styrkt á øðrum plássum. Ungi strikuspælarin Helgi H. Hoydal er komin aftur frá Viborg HK og vinstrahenti danin Jesper Pedersen og bakspælarin Mark Laursen-Marcher eru nýggir í hópinum.

Ungdómsarbeiðið hjá H71 ber nú av álvara ávøkstur, og fleiri D 18 leikarar eru partur av AA-hópinum, og vónirnar til komandi kappingarár eru góðar.

Auto Service sigur soleiðis um grundina til framhaldandi samstarv:

"Sum eitt sunt felag, ið øll síggja upp til, er tað púra natúrligt, at Auto Service stuðlar H71. Vit síggja, hvussu ungdómurin blomstrar, og hvussu ein spælari fyri og annar eftir skaffar sær pláss á felagsins bestaliði.

H71 er eitt væl skipað felag, sum prioriterar ungdómin, og úrslitini tala fyri seg soleiðis, sum felagið hevur lagt seg á ungdómspartin. Eisini AA-liðið hevur spælt fleiri finalur um Føroyameistaraheitið seinastu árini.

Alt hetta er nakað, H71 og hoyvíkingar kunnu vera stoltir av. Vit vilja gjarna vera við til at menna ivaleyst størsta hondboltsfelagnum í Føroyum, tá ið vit vita, hvussu nógv arbeiði tað krevur av nevndini og fólkinum runt um H71 at fáa eitt so stórt felag at mala runt.
"

H71 takkar Auto Service fyri stuðulin við vón um fleiri gevandi ár.

Nevndin



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com