leygardagur, 6. september 2014

Góður dagur í Vestmanna


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Vit spældu vinarkapping í Vestmanna ídag.

Vit løgdu út ímóti KÍF. Sum so ofta fyrr vóru vit á odda, men taptu. Tó tepurt.

Hinvegin, ein grund er kanska, at vit skiftu alt liðið sum er út í hálvleikinum. Hetta vitnar um breiðan hóp. Og enn magla menn sum Poul Kjartan og Jesper. Og Hans Kári spældi slett ikki við í dag.

Men vit vunnu ímóti Neistanum. Nokkso greitt. Sera góð kontra. Góð gjøgnumbrot.

Síðsti dysturin í røðini var ímóti VÍF. Vit vunnu 20 - 16. Enn eitt gott avrik, har hópurin, og ikki bara start-7arin, hevði sítt íkast.

Sum dømi kann nevnast, at Elberg Elias debuteraði. Elberg Elias er málmaður, og hevur hann spælt við H71 í nógv harrans ár. Hann er trúgvur sum fáur, og ídag fekk hann so møguleikan. Tillukku við tí.

Yvirhøvur kann staðfestast, at hetta er eitt ungt lið, men tekniskt eru vit væl fyri, fysiskt serstakliga væl fyri. Tvær ferðir so breiðir sum hinir. Og tá so alt fleiri generalar spyrjast burturúr tí, ið fyrr var eina massi av tinsoldátum, tó at rímiliga arbeiðsfúsir og heilt gávaðir.

Hetta boðar frá góðum. Nú er bara at fáa allar upp í leik, halda á at venja og snikka samanspælið endaliga saman.

Koyr á Maskinuna, dreingir!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com