sunnudagur, 14. september 2014

G17 í Sandagerði


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Myndir: anfinnur

Fyrireikingarnar hjá H71 til komandi kappingarár eru av álvara farnar í gongd.

G17 hevur í ár fleiri enn 20 leikarar til regluligu venjingarnar, sum Petur Martin Johansen og Tróndur Arge standa fyri.
 

Venjingar

Tær byrjaðu venjingarnar beinanvegin fyrst í august. Tá var Hoyvíkshøllin ikki tøk, og tí vóru tær nógv á Tórsbreyt, har eisini kona Petur Martin, Ann, legði teimum lag á við renngini, men eisini við at strekkja út aftaná.

Fullsett er í Hoyvíkshøllini, har eisini onnur enn H71 venja, og tí ber ikki øllum til at fáa alla ta venjingina, sum tey vilja hava. G17 er ikki nakað undantak. Tí plaga tær at møta ein hálvan tíma áðrenn venjingarbyrjan at fara út at renna. Og sigast skal, at tær eru rættuliga hugagóðar, tá alt kemur til alt.

Sum ein liður í at fyrireika og samansjóva lið verða aðrir hættir enn "bara" tann vanliga venjingin tiknir í brúk.
 

Í Sandagerði

Heystið er komið, og tað er ikki altí so tespiligt at vera uttandura. Men hesa seinastu tíðina hevur veðrið jú verið ómetaliga gott, og tí valdu venjararnir at skipa fyri strandarhondbólti í Sandagerði sunnudagin.

Útgerð var útvegað til endamálið, og veðurgudarnir syrgdu fyri tí ómetaliga góða veðrinum - faktiskt, so manglaði bara eitt sindur av sól, so hevði tað verið heilt ordiliga perfekt. Vøllurin bleiv "strikaður" upp í sandinum - og so bleiv spælt.

Nøkur foreldur skipaðu fyri drekka og mati. Ætlanin var, at hetta skuldi kunna vera familjuhugni eins væl og gevandi venjing.
Fyrsti tankin var at grilla, men av tí at mann slett ikki visti, hvussu nógv fólk fóru at koma, so varð tann ætlanin slept. Í staðin vórðu fólk biðin um at hava smurt breyð ella líknandi við - tey boðini vóru nokk ikki komin ordiliga út.

Tað bilti tó ikki tað stóra, tí genturnar hugnaðu sær óført, har tær berføttar spolaðu runt í sandinum.
 

Eykaleikarar

Tað blivu trý lið skipaði, og tey spældu so fleiri dystir sínamillum. Spælt bleiv tvær ferðir 5 minuttir, og regulin var tann, at hvør dystur skuldi avgerast. Um neyðugt, so við einum slagi av brotskast-kapping - líknandi tí, vit kenna frá íshockey.

Tað var ikki møguligt há øllum gentunum í hópinum at møta, og onkrar teirra eru skaddar í størri ella minni mun, so tær vandu ikki, hóast tær vóru til staðar.

Tí bleiv neyðugt at fáa onkrar eykaleikarar inn, so liðini blivu fullmannaði. Tá var tað gott, at tvær mammur og tveir beiggjar kundu brúkast til tað endamálið.

Vit møttu klokkan 13, settu mál upp og gjørdu klárt, og klokkan bleiv umleið hálvgum 5, áðrenn alt var yvirstaðið og pakkað saman.

Hetta tiltakið riggaði avbera væl og kann væl viðmælast øðrum liðum at gera.
 

Komandi kappingarár

Nú skula genturnar skjótt í G17 "in action". Enn hevur HSF ikki kunngjørt nakra leikskrá, men væntandi verður byrjað um einar 2 vikur.

Vit eru nógv, sum eru sera spent upp á hetta komandi kappingarárið. Tað verður ikki nøkur løtt uppgáva, tí fleiri av hinum liðunum hava sera góðar leikarar, sum eisini venja og spæla saman við fremstu kvinnuliðunum. Og bara tað, at fleiri av hinum hava eldri leikara at "síggja upp til", tað ger støðuna hjá teimum betri. Okkara G17 hava seg sjálvar, tí tær eru elsta gentu/kvinnulið hjá H71. Men hvat, vónandi vera hesar við til at "manna" eitt H71-kvinnulið í Elektron-deildini (ella hvat deildin enn kemur at eita til ta tíð).

Sum skilst, so er ætlanin hjá H71 at tekna heili trý lið til G17-kappingina, so ambisjónunum bilar onki. Og soleiðis skal tað vera, tí uttan at satsa vinnur mann onki.

Góða eydnu, gentir  :)

---
Allar genturnar eru ikki við á myndini omanfyri, tí tær máttu fara avstað áðrenn  :(

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com