týsdagur, 30. september 2014

Tilmelding og foreldrafundur


Foreldrafundur verður hóskvøldið 9. oktober

Nú hondbóltsvenjingin aftur er byrjað, kappingin hjá børnunum byrjar í næstum, og ætlanin er at fara til Partille komandi summar, so er stundin komin til árliga foreldrafundin.

Vit hava nógv at kunna tykkum um og eisini nógv at tosa við tykkum um - alt hetta á komandi foreldrafundi í Skúlanum við Løgmannabreyt.
 

Skráin

Kl. 18.30 - 19.00 Kunning til foreldur U8 og G10 og D10 í hvør sínum flokshøli.

Kl. 19.00 – 20.30 Felags foreldrafundur U8, G/D10, G/D12, G/D14, D16 og G17
* Forkvinnan bjóðar vælkomin
* Presentatión av ungdómsvenjarunum
* Annbritt um mentalar forðingar og amboð at basa teimum
* Komandi hondbóltsárið, limagjald, lið
* Halda høllina ruddiliga
* Partillekunning - ferðing, prísir, savna pening
* Drekkamunn

Kl. 20.30 – 21.00 Venjarar og foreldur fara út á skúlastovur. Her verður tosað um samskipan, koyring og venjing.

GG: OG ikki minst fáa tit tilmeldingartroyggjur til tykkara barn, um limagjaldið er rindað.

Vit gleða okkum at heilsa upp á tykkum øll - bæði tykkum, sum vit kenna og tykkum, sum á fyrsta sinni hava børn, sum eru komin at spæla við H71. Verið vælkomin
 

Tilmelding og limagjald

Les um tilmelding og limagjald her.
Tað er altso her, at tú skalt melda teg til H71 komandi kappingarár.


Blíðar heilsanir og vælkomin
Nevndin



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com