mikudagur, 8. oktober 2014

Faldari 2 er tøkur


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Faldarin til heimadystin móti Kyndli leygardagin er liðugur.

Hesa ferð skrivar Helgi Hildarson Hoydal um tað at vera á eftirskúla.

Og Søljan úr Sandavági hevur aftur kvinnulið í bestu deildini, tað verður umrøtt.

Hetta og ymiskt annað kanst tú lesa um í nýggja faldaranum.

Faldarin er blivin liðugur áðrenn útidystin móti VÍF í kvøld, og tí er tann dysturin ikki nevndur meira enn tað sama.

Faldarar leikárið 2014/2015 kanst tú síggja og lesa her.
Hendan seinna faldaran kanst tú taka niður her.

Faldari nummar 2 verður borðin út í Hoyvík í vikuni.

Næstseinasta vikuskifti var fyrsti dysturin hjá okkum móti Neistanum.
Ongin viðmerking frá hesum dystinum kom á heimasíðuna - ikki tí at úrslitið bleiv, sum tað bleiv - tað var bara orsakað av tí, at fasti skribenturin, Jan Sørensen, var burturstaddur.

Jan sigst vera komin á pláss aftur, so vónandi fara vit at fáa konstruktivar viðmerkingar og frásagnir hiðani og framyvir  :)

Lat okkum hittast til dyst í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið  :)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com