hósdagur, 9. oktober 2014

VÍF Filippaði seg til sigurs


VÍF-H71: 25-22 (13-7)


Myndir: Jan Sørensen

Filip slapp at spæla ótarnaður allan fyrra hálvleik.

Nú var ein góð vika síðan, at vit spældu fyrsta dystin í ár. Hetta var ímóti teimum bláu úr Havn, og ikki kann sigast, at tað gekk nakað serligt. Vónirnar til dystin í gjárkvøldið vóru tí heldur so sum so. Ein visti ikki, hvat ein skuldi vænta.
 

Dystargongd

Fyrstu løtuna gekk spælið javnt á, og bert eitt mál var á muni. Bæði liðini tyktust heldur tung, og ikki nógv kom burturúr. Fyrstu løtuna vóru vit frammanfyri, men longu tá 13 min. vóru leiktir, fóru vertirnir framum og løgdu so støðugt afturat allan fyrra hálvleik. Munurin gjørdist heili 6 mál við hálvleik.

Í miðlunum stóð at lesa, at Neistin rann frá H71 í seinna hálvleiki í fyrsta dystinum, tí at H71aranir ikki orkaðu meira. Hetta minti meg um nakað tað sama. Menn tóktust ógvuliga tungir, og møguliga sást hetta aftur í verjuni ta fyrstu løtuna, hetta at tað var meiri “massi” fyri, tá VÍF skuldi søkja at.

Økti vøddamassin sýntist ikki bara at vera til fyrimunar, tí álopið var alt annað enn tað kvika spælið, sum hevur eyðkent H71 so leingi. Hinvegin sýntist Filip Josic at vera í besta formi (maðurin er um at trína inn hjúnaband), hann hevði alt tað, sum skal til, kvikleika, lopstyrki, skotstyrki, hugflog, ágrýtni, snildi og beinrakni. Maðurin var ikki til at steðga, og hann smeyg sær lættliga gjøgnum verjuna ferð eftir ferð, og tá hann ikki søkti at í dýpdini, ja so leyp hann bara uppfrá og sendi bóltin í netið.

Tey seks málini, sum vóru á muni, tey átti Filip so ruddiliga, tí hann skoraði heilar 9 ferðir í fyrra hálvleiki. Vit áskoðarar vita sjálvandi ikki, hvussu venjaratoymið hugsar, men tað er lætt at hugsa, at ein mansverja av stórskjúttanum vildi verið uppløgd, men hann slapp at spæla ótarnaður allan fyrra hálvleik.

Seinni hálvleikur var heilt ólíkur tí fyrra, tí okkara menn brádliga sýntust betri fyri og vildu meira. Filip fekk mansverju, og heimaliðið bleiv sjónliga ávirkað av hesum, spælið gekk onki meira. Tað var skjótt, at leiðslan hjá VÍF fór at minka, og støðugt gjørdist javnari, eitt til tvey mál á muni, spenningur var reiðiliga komin í dystin. Tá 4 min. restaðu í, varð javnleikur 22-22, og vónirnar um ein sigur vóru góðar, men so fingu vit eina útvísing, og seinni lorkaðu vit eisini bóltin burtur, soleiðis at heimaliðið at enda tó vann við trimum málum. Úrslitið gjørdist 25-22 til VÍF.

Gott komið aftur! Eisini sást, at liðið skal spælast eitt sindur betri saman, og summar av liðsamansetingunum riggaðu betri enn aðrar. Vongspælið má eisini mennast meira, tí í dag vóru áleið 3-4 atsóknir á málið av vonginum. Hetta ger spælið ov eintáttað eftir miðjuni, og spælið verður ov tungt.

Enn hava vit ikki fingið nakað stig, men tað skal nokk koma! Tað er betur at spælið er minni gott í byrjanini heldur enn í endanum, so drívið bara á. Úrslitini skulu nokk koma!

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com