mánadagur, 13. oktober 2014

Tað verður heitt á toppinum


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Soleiðis sum úrslitini háttaðu seg um vikuskiftið verður ivaleyst soleiðis, sum ekspertriðilin roknaði við: at tað verður ein væl ella uppaftur harðari kapping um FM-finaluplássini í ár enn undanfarin ár.

Tað er líka VÍF, sum á pappírinum ætlandi er eitt stjørnulið, og avsmurningurin av Neistanum bar boð um hetta. Hinvegin, H71 gav teimum skarpan gang í Vestamnna, og tað var líka við, at tað eydnaðist at koppa gul-bláu stjørnunum--ein betri fyrri hálvleikur og skilabetri atlit til Filip fer kanska at gera mnin næstu ferð, í Hoyvík.

Óansæð, spennandi verður, tí um Team Klaksvík ger sína skyldu á heimavølli næsta leygardag við at seta Ákasa menn uppá pláss, og vit onkursvegna klára at lirka ein sigur til hølvdar dagin eftir í Kollafirði, íðan, tá er bert tað eina stigið, ið skilur 6 lið.

Altso, har nøkur hava 5 stig, hava tey írestandi liðini 4; bara strandingar halda seg uttanfyri við 2 stigum fyri fýra dystir.

At Kyndil hevur mist verjutornið úr Íslandi, KÍF hevur mist verjurisan í mittasta Weyhe-beiggjanum og VÍF fingið Heina Hanusarson, ja, tað skuldi helst merkt tað, at VÍFarnir sita inni við nokkso góðum og erfarnum kortum.

Men eg havi ein fidus til H71. Onkur vildi meint, at tað skal eg líkasum hava. Góðtikið, men sjálvt eg klári til tíðir at fylla mínar skjótttastandi skrivifingrar við objektiviteti.

Har er ein vinnaradámur kring handa hópin, og blandið av leikarum, kanska undantikið ein høggara, er FM-materiali. Eg tími ikki at tosa talent, orki tað ikki, tí tað er so nógv annað, ið skaffar einum felagi eini góð páskir. Stríðsvilji, fjøltáttað bland av mannaeginleikum og samanhald. Leiðarir heldur enn súrmúlarir og grenj, tað veri seg vegna hissini smáskaða ella vantandi inklusión.

Higartil, eftir trimum dystum, og tað ímóti so mætum liðum sum VÍF og vindorkuni úr Havn, hava vit latið 23.3 mál inn fyri hvønn dyst. Hetta er útmerkað verja. At vit so lata Neistan skora 27 ímóti okkum, ádú!, og so á heimavølli, tjæ... málleysur. Men allíkavæl, tað tykist ikki at vera verjuparturin, sum voldar høvuðbrýggj hjá venjaratoyminum, men frameftir vøllinum.

Vit skora ikki. 21, 6 mál í miðal higartil er grúuliga vánaligt avsluttað. Ein sigur útav trimum møguligum sigur eisini alt. Tað eigur faktiskt ikki at bera til at vinna ein dyst við færri enn 22 skoringum.

Eg orki ikki fyri lógum, men kundi eg skoytt eina uppí hasa frumskógina av skrivstovuputlandi formyndaralógum, forboðum og leiðreglum um hvussu vit, tey ressursufátæku, knnu betra óg leingja okkara lív, so var tað henda: at ert tú einsamallur ella bara so nøkulunda fríur, jamenn, so skorar tú!

Og tá ið eg so trúgvi uppá revsing sum insitament, tá tú fyrst hevur gjørt okkurt skeivt, stolið, dripið ella ikki skorað, vildi tað verið upplagt, um leikarnir kanska tóku til eina innvortis agaskipan, ið veruliga ger mun.

Eg veit ikki, hvat tað skuldi verið, eri ikki so uppfinnsamur av lyndi, men sovorðið sum liðleiðaraassistentur til hvørja venjing í tvær vikur, einki hárgelé 2. jóladag ella lesa allar frágreiðingarnar hjá Fólkaheilsuráðnum tvær ferðir tvey ár aftur, um skoringsprosentið ikki er 90 prosent, er so eitt uppskot um hóskandi revsing.

Tað kundi so havt tað effekt, at tú heldur teg frá skoringsroyndum, men tí er tað, at tað er so gott við klausulum, haldi eg tað eitur á lógarmáli. Tí samtíðis við hatta prosentmarkið skalt tú skjóta í minsta lagi fimm ferðir í dystinum. Tað vildi so verið setningurin hjá viðkomandi hópleikara, ið situr yvir fyri dagin, at føra statistikk fyri hesum.

Alternativið, sjálvsagt, og eitt meiri traditionelt av slagnum, er so at bara venja nakað so forferdiliga væl betur enn higartil enn higartil, tá ið tað kemur til avsluttningar. Tí sum nú er, skava tær botnin, og heldur H71 áfram við hesum, so fara páskini, aftur í ár, at verða ein long, evindalig skræpa.

So venjið avsluttnignar, fyri og áðrenn venjingar, í tykkara frítíð, í svøvni, og lat okkum síggja úrslitið nú sunnudagin ímóti KÍF. Jú, teir hava heimavøll og, sambært sær sjálvum, bestu áskoðarafjøld í føroyskum hondbólti, hvussu ólekjandi merkverdugt so hatta ljóðar, men vit eru H71, vit trúgva uppá alt svart, kola og olja, so lat hesar nýligu forstaðsmenn vita, at framtíðin er svørt... eisini fyri teir.

Koyr á Maskinuna!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com