sunnudagur, 19. oktober 2014

Náttarhondbóltur í Vestmanna


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Fríggjadagin, leygarnátt og leygarmorgun spældu ungdómurin hondbólt í Vestmanna.

Hetta er vorðið afturvendandi tiltak.

Hjá venjarum er hetta gott høvi at samansjóva spælarar fyri hvønn aldursbólk sær, og fyri hondbóltin annars er hetta eitt gylt høvi hjá okkara ungdómi at koma hvørjum ørðum við tvørtur um lið og felag..

Kappingin umfatar u10 til u14. Akkurát fyri, men tað er nú eiheldur rúm fyri fleiri kappingum, tí tær síðstu finalurnar verða spældar um 8-tíðina.

Sum undanfarin ár stendur H71 sera sterk í Adidas Night Cup. So var eisini í ár. Gullhálið var 4 út av 6. Tað hevur tað eisini verið fyrr.
Har eru íalt 6 finalur, og vit vóru í fimm teirra.

Dreingir 10 vunnu, gentur og dreingir 12 vunnu, og tað gjørdu gentur 14 eisini.
Dreingir 14 fingu silvur við einum finaluplássi.

Kappingin kann tí lættliga brúkast sum lakmusspappír fyri hvussu landskappingin fer at úrskepast.

Í so føri, tá hava vit nógv at gleða okkum til. Eisini tey, ið ikki vunnu, høvdu sínar sigrar, tí har vóru nógv stríðsviljað og spennandi avrik frá øðrum H71-liðum.

Vit takka teimum í Vestmanna fyri enn eitt tiltak.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com