hósdagur, 23. oktober 2014

Petur tímir ikki konsertir


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Faldarin í sambandi við AA-heimadystin móti Team Klaksvík er komin.

Nú er nýggjasti faldarin komin, nummar 3 hetta kappingarárið.

Tú kanst lesa um, at vikan hjá Annu í Horni og Peturi Sivertsen - tveimum av dyggastu stuðlum felagsins -  verður løgd til rættis rundan um hjartabarnið H71, at Petur tímir ikki til konsertir, um fletting og ymiskt annað.

Oddagreinin umrøður broyttan hugburð til venjing og spæl, um at mannfólk bara klára at savna seg um eitt ting í senn. Og so eisini tað at Bodgan nú hevur fingið pappír upp á Simonu, nú tey bæði er vorðin foreldur - og at hann leygarkvøldið ikki fer at fáa nakað forerandi frá okkum  ;)

Eisini eru fleiri myndir frá Night Cup, sum var í Vestmanna í seinastu viku.

Hetta og ymiskt annað kanst tú lesa um í nýggjasta faldaranum.

Faldarar leikárið 2014/2015 kanst tú síggja og lesa her.
Hendan seinna faldaran kanst tú taka niður her.

Faldarin verður sum vant borðin út í Hoyvík. Inni á Gøtu kom hann í postkassarnar longu í gjárkvøldið.

Kanska hittast vit til dyst í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið  :)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com