mánadagur, 3. november 2014

Steypakappingarnar hjá teimum yngru


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

So eru steypakappingarnar í hondbólti 2014/2015 í gongd.

Steypakappingarnar hjá árgangunum 14 og 16/17 byrjaðu seinasta vikuskifti.

*D16: 2 bólkar; H71 vann sín bólk
*G17: 2 bólkar; A-liðið vann sín bólk, B-liðið fekk onki stig.
*G14: 3 bólkar; B-liðið fekk 2 stig, C-liðið fekk 1 stig, A-liðið vann sín bólk og fekk 4 stig.
*D14: 3 bólkar; her hava vit tvey lið, men úrslitini eru í skrivandi løtu ikki komin inn.

Altso 2 fyrsta-pláss, eitt annað-pláss og 1 tríðja-pláss.
Ikki so galið, men enn er nakað væl eftir á mál  :)

Komandi vikuskiftini byrja hesi liðini sínar steypakappingar:
*G12: 8. november
*D12: 8. november
*G10: 15. npvember
*D10: 15. november
*D18: 22. november

Tíðir og støð frætta vit nærri um seinni í vikuni.
 

Skipan

Steypakappingarnar hjá teimum yngru liðinum eru skipaðaðar í tveimum innleiðandi umførum og finalum.

Í fyrsta innleiðandi umfari verða liðini skipaði í 2-3 bólkar, og øll í hvørjum bólki sær spæla móti øllum. Liðið, sum vinnur bólkin, fær 4 stig, nummar 2 fær 3 stig og so fram. Tað merkir, at um tað eru 4 lið i einum bólki, og eitt lið tapir allar sinar dystir, so fær tað kortini 1 stig.

Í øðrum umfari verða øll liðini aftur bólkaði. Nú roynir mann at bólka soleiðis, at somu liðini ikki hittast eina ferð afturat.
Eins og í fyrsta umfarinum, so fáa fýra tey fremstu liðini í hvørjum bólki sær 1-4 stig.

Nú verða stigini frá 1. og 2. umfari tald saman, og so skula 6 tey fremstu liðini leika eitt semifinaluumfar. Tey verða "seedaði" og býtt í tveir bólkar. Tað eru vinnararnir her, sum hittast í stóru finaluni, sum ætlandi verður í Høllini á Hálsi í Havn vikuskifti 7. og 8. februar 2015.

Alt hetta fara vit at frætta um seinni.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com