mikudagur, 19. november 2014

Tað var heldur grønari, tá Kyndil og H71 leiktu


Kyndil - H71: 21-19 (10-9)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Álvur Haraldsen / in.fo & Jan Sørensen

Tað var ikki reiðiliga okkara dagur. Men tað er ymiskt, sum spírar og bert skal hava eitt sindur av tíð afturat.

H71 hevur ligið í einum góðum stima, men sunnudagin máttu vit lúta fyri oddaliðinum, og í gjárkvøldið gekk heldur ikki so væl. Kyndil hevði munin allan dystin og vann at enda við tveimum málum, 21-19.

 

Dystargongd

H71 fekk eina lorta byrjan. Tá 11 min. vóru leiktir, stóð 5-1 til heimaliðið. Tað eydnaðist snøgt sagt ikki nakað serligt. Hendan fyrsta løtan var í veruleikanum lagnuløtan í dystinum, vit megnaðu ikki at koma fyri okkum aftur, sjálvt um tað var um reppið, at dysturin vendi einar 10-15 minuttir inni í seinna hálvleiki. Við eitt sindur av hepni so hevði H71 klárað upp á javnt, tí støðan stóð leingi í stað, Kyndil við 15 og H71 við 13 málum. Sum so ofta tá tað er tætt og líka við, so gerst ikki meira, og spælið er spælt, soleiðis var eisini í gjárkvøldið. Kyndil vann at enda trygt, sjálvt um máltalvan vísti tvey mál á muni, 21-19.

Hetta var ein týdningarmikil dystur, men ikki nakar avgerandi dystur. Vit vunnu fyrra dystin, og Kyndil vann so hendan seinna, og leiðin er enn long, til nakað er avgjørt. Vit eru framvegis væl við, og dysturin í gjárkvøldið var ein av hesum dystunum har vit ikki rættiliga “Raktu dagin”, spælið gekk ikki nakað serligt, hvørki í álopinum ella í verjuni. Verjan hevur higartil staðið seg heilt væl. Tað er gott at síggja, at menn eru blivnir bæði sterkari og betri til at samstarva, í løtum ein sonn fragd at síggja. Helst er tað eisini í hesum góðu verjuløtunum, at málmennirnir vaksa við uppgávuni, og vísa hetta frálíka málmansspælið, sum vit hava sæð í fleiri av undanfarnu dystum.

Vit hava eisini sæð gott álopsspæl, men ikki í gjárkvøldið. Tað vóru fáar løtur, har bóltur reiðiliga gekk, tað var meiri stakkato og lítið hugflogsríkt. Tó er vert at nevna ymiskt, sum spírar og bert skal hava eitt sindur av tíð afturat. Helgi, sum leikar sítt fyrsta ár við besta liðnum, hevur víst sera góðar dygdir sum strikuspælari. Hann dugir væl at gera seg spælbaran og er bæði sterkur og fimur, eins og at hann skorar uppá tað mesta. Á høgra vongi hava vit sæð Pætur Thomsen, sum skjótrennara og hegnigan til at fáa mál uppá teir møguleikar, hann fær. Hinumegin leikar Tróndur Arge, sum hevur ment seg ómetaliga nógv hetta seinasta árið, og vísir seg at vera góður í bæði álopi og í verju.

Eina løtu í gjárkvøldið var eitt frískt skifti. Venjararnir valdu at seta Hilmar Leon Jakobsen á vøllin, og hann leikti so við AA-liðnum fyri fyrstu ferð. Hetta var ein avgerandi fasa í dystinum, og vit manglaðu líkasum okkurt serligt, og venjararnir valdu at royna, um Hilmar Leon kundi senda nakrar langar bóltar í málið. Hann slapp at royna seg tvær ferðir, men tað eydnaðist tíverri ikki at fáa bóltin inn. Men tað var gott at síggja, at hann skapti sítt egna pláss, bert spell at skotini ikki fóru inn.

Gott er eisini at síggja Hans Kára, sum eisini er avgerandi mentur, hetta kappingarárið. Vit hava sæð fleiri heilt góð málgevandi skot í avgerandi løtum, og tað er bert at royna enn meira!

Dagsins “detalja” var, tá Rúni gjørdi eitt ógjørligt 180-stig snar á strikuni uppá 1/10 sekund og skoraði. Hetta er ikki sæð fyrr og er ikki møguligt at eftirgera :)

Toppskorari var aftur hesa ferð Hallur Biskupstø, sum fekk 7 mál.

Dysturin var eingin katastrofa, hetta var bara ikki reiðiliga okkara dagur. Vit finna stevið aftur og skulu kanska til at konsentrera okkum eitt sindur meira, so fer at ganga aftur. Koyrið bara á !!!

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com