týsdagur, 2. desember 2014

Partille Cup foreldrafundur


- hóskvøldið tann 4. desember 2014 klokkan 20:00 á skúlanum við Løgmannabreyt

H71 fer á triðja sinni at luttaka í heimsins størstu hondbóltskapping, Partille Cup.

Partille Cup verður spælt í Göteborg í døgunum 29. juni til 4. juli 2015.

Higartil hava nakað niðanfyri 100 leikarar boða frá, at tey vilja luttaka. Allir leikarar, sum ætla sær at luttaka, skulu í seinasta lagi tann 3. desember rinda kr. 500,- á konto í Suðuroyar Sparikassa 9870-427.166.2.

Teir leikarar, sum ynskja at ferðast við H71 við Atlantsflogi, skulu rinda kr. 200,- eyka, tvs. kr. 700,-.

Gevi gætur, at tilmeldingargjaldið á kr. 500,- fæst bert aftur, um so er, at einki lið verður í tínum aldursbólki.

Á foreldrafundinum fara vit at greiða nærri frá um kappingina og hvussu alt verður fyriskipað umframt, at vit fara at leggja tilrættis tey peningainnsavnandi tiltøkini.

Øll, sum vilja vera við at savna pengar inn til túrin, MUGU møta á fundinum hóskvøldið.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com