týsdagur, 2. desember 2014

G14 í Sosialinum


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Í Sosialinum frá mándegnum, hin 1. desember, er grein um Gentur 14 hjá H71.

Yvirskriftin er "H71 kvinnur - fimm ár frá bestu deildini. Skrivað hevur Jákup Mørk.

Sum eg havi skilt, er hetta startskotið til eitthvørt slag av greinarøð hjá blaðnum um kvinnuhondbólt í Hoyvík við hesum aldursbóli sum case. Tað vil siga, at blaðmaðurin vendir aftur til høllina og G14sa kringumstøður við so nøkulunda jøvnum millumbili.
Ella, tað hopa vit so, tí hetta er ikki sørt áhugaverdur og stuttligur vinkul uppá føroyskan hondbólt: eitt so haldfast og imponerandi fokus á ítrótt millum ung, í hesum føri hondbóltur. Hondbóltur í Hoyvík.

Tvørturígjøgnum greinina er tað Jakob Jónsson, G14-høvuðsvenjari, sum við sitatum supplerar høvundin. Talan er um eina opna síðu við myndum, so har skuldi verið fyri í minsta lagi eitt korter av hondbóltslesnaði. Fæst í hondkeyp og á www.sos.fo.

Sum brellbiti til greinina er eisini okkurt á in.fo, internetsíða Miðlahúsins. Hesa hevur Eirikur Lindenskov skrivað. Eitt nú skrivar hann soleiðis:

"Í Sosialinum í kvøld greiðir hann frá ætlanunum, sum hann og H71 hava við hondbóltsgentunum. Jakob Jónsson leggur dent á, at talan er um ein samlaðan hóp og ikki um a-, b- og c-lið.

– Tað er neyðugt við breiðum grundarlag, um vit skulu hava nakrar vónir um eitt lið í bestu kvinnudeildini um ikki so nógv ár, sigur Jakob Jónsson.

Hann vísir á, at tað altíð eru fráfall, og tí er neyðugt við breiðum grundarlag.

– Tað vísir seg ofta, at tað ikki eru tey stóru tallentini, sum koma allan vegin á mál. Heldur eru tað tey næstbestu, tí hesi mugu alla tíðina stríðast nógv meira fyri sínum úrsliti, sigur Jakob Jónsson við Sosialin.
"

Góðan lesihug,
H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com