hósdagur, 4. desember 2014

MUST WIN


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Dávur Winther

Og so er tað í annaðkvøld, at vit tørna út aftur, hesuferð í Klaksvík.

Klaksvíkingar eru at basa, men tað er á heimavølli, hugsi eg, at teir síggja sær kjansin fyri at kanna sær nøkur stig.

Og so eitt fríggjakvøld, tá menn ella dreingir annaðhvørt hava verið til arbeiðis ella í skúla. Kann blíva lumput.

Óansæð, ætlar tú tær í finalu, tá er hetta kosturin. Tvey stig eru eitt must, tí við einum sigri eru vit bert 2 stig eftir einum finaluplássi, enntá við einum dysti at spara.

Men so má liðið vera dystarklárt frá byrjan og blása Bogdan og Co av vøllinum, so teir ikki byrja líkasum at ána, at teir kanska hava ein møguleika.

Tað vil siga, at aðrir enn Marcher og Biskupstø mugu nú traðka í karakter. Nakrir eru blaðungir, so avmarkað er, í hvønn mun vit kunnu dúva upp á teir, men har eru aðrir, ið nú hava spælt nøkur ár, og sum mugu vísa, hvør dugur er í teimum.

Altso, taka ábyrgd í avgerandi løtum; og ert tú frammanfyri við 3 málum, íðan, tá slakkar tú ikki av og gerst sjálvfeitur, men Koyrir Á Maskinuna.

Vongspælið er ungt, og klárar seg tí so avgjørt til bestaðið. Serliga Djóni gjørdi ein vørr síðsta sunnudag, nú tá ið hansara partnari á vonginum fekk eitt herðindi av AIHTDSNS, vanliga kent sum Acute I Have To Do Something Now-Syndrome :)

Men har eru ov mikið av monnum, eisini málmonnum, ið hava general-genið, tað er bara at útliva tað; og hvat betur enn eitt fríggjakvøld, og so í Klax.

Túrurin norðureftir tekur ikki longri enn eitt innkeyp við konuni, so har er ríkiligt av tíð at fylla bilin við búskaparvaksandi brennievni, so koyrið avstað. Koyrið, vælsignaði!

Framtíðin er svørt, so kolasvørt!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com