mánadagur, 8. desember 2014

MUST WIN avgreiddur


Team Klaksvík - H71: 25-21 (11-12)


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: www.Nordlysid.fo

Úrslitið er kanska ikki so umboðandi fyri leikgongdina.

Fríggjakvøldið vunnu vit á klaksvíkingum. H71 vann 25 - 21 á Team Klaksvík eftir hálvleiksstøðuna 11 - 12.

Úrslitið er kanska ikki so umboðandi fyri leikgongdina, tí um tú lesur dagførdu frágreiðingina hjá Norðlýsinum, sum koyrir við beinleiðis dagføringum av dystum hjá lokala bestaliðnum, var heilt fitt av spenningi í.

Tað var ikki so nógv um Bogdan, heldur ikki hesuferð. Hinvegin vísti ein annar útlendingur seg sum málslúk, tí Dusko Petrusic skoraði fimm ferðir. Tað gjørdi Sámal á Tjaldrafløtti Olsen somuleiðis.

Fyri okkum kom Tóraldur inn á liðið eitt skifti í dystinum og hevði onkra stórbjarging og fylgjandi útkast við máli sum fylgju. Hetta dámar okkum væl. Og so aftur at verja.

Sambært málskjúttaralistanum hevði Rúni Vest Højgaard ein góðan dyst. Ein lakur dagur í málum fyri Biskupstø og Marcher, men hinvegin ein góður dagur fyri Jesper Pedersen, sum ikki heilt hevur verið tann sami leikarin síðani Neista-dystin á Hálsi.

Tað er so langt frá altíð málini, ið vísa leikarans virði fyri liðið. So mikið er greitt. Men tað skilst, at Pætur Thomsen, vinstrahenti vongurin við finurliga skotinum, kláraði seg óføra væl. Liðspælið var skjótt og skilagott, men tá ið hann so eisini skorar, enntá 5 mál, ja, tá byrjar loksins at síggja gott út á kantunum.

Djóni Vest Højgaard, beiggi Rúna, kláraði seg so øgiliga væl fyrra dystin, tann ímóti KÍF, men er bert krediteraður við einum máli her. So eitt sindur óstabilt her.

Men um nú báðir gjørdu av at brillera til næsta dyst, leygardagin 13. desember ímóti strandingum, hevði verið gott, samtíðis við at Rúni helt á at skora.

Vinna vit handa dystin, tann leygardagin kl. 18 í Hoyvíkshøllini, tá eru vit javnir við Kyndil á einum øðrum plássi, men við betri málúrtøku.

So nú er at venja væl og savna sínar tankar um hvussu tú best vindur burturúr einum liði, hvørs verja og møguliga eisini spæligleði letst vera nakað næstbest.

Vónandi taka vit av, men so mugu vit dríva á, tí StÍF hevur fyri tað nógvar góðar leikarar, so at undirmeta eigur at vera ein býur í Kuba.

Koyr Á Maskinuna!!!!!!!

heimasíðuni hjá Norðlýsinum er dystarfrásøgn, og har er dómaraseðilin eisini at síggja)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com