fríggjadagur, 12. desember 2014

HVAT SKER?


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Jóanis Nielsen / jn.fo

Við 7 máls tapi gjárakvøldið er nú aftur komin spenningur um finaluplássini. Ber tað til, hava vestmenningar kannað sær bitan ov tíðliga?

Fyri spenningsins skuld havi eg hug at svara "ja", men í realitetinum "nei". Teir hava tað Eina finaluplássið.
Teir hava lættan dyst ímóti Team Klaksvík nú sunnudagin. Og so í Vestmanna. So tá eru teir uppi á 20 stigum, meðan Kyndil enn hevur 15 og vit, men bar um vit vinna á StÍf heima í Hoyvík, somuleiðis 15.

Ikki tí, tveir ósigrar á rað er ikki gerandiskostur fyri vestmenningar í núverandi kappingarári. Ingi Olsen plagar ikki at lata slíkt henda, so kanska er okkurt áfatt í Norðurstreymoy, vit ikki kenna til... fyrituttan tann roynveruleika, at Heini Hanussarson ikki var við ímóti Neistanum á Hálsi í gjár.

Tað var kanska ikki so nógv tað, at teir máttu lúta fyri einum Neistaliði, sum annars hevur mist stig fleiri dystir á rað. Men tað, at teir blivu so avsmurdir, tað leyp hvøkk á.

Á in.fo las eg seint gjárkvøldið hesa yvirskrift "Vestmenningar flongdir í Havn". Fyrst hugsaði eg, at Tróndur Arge hevði etið seym og býtt um uppá lið og stað og alt annað, ið annars kann umbýtast eitt hóskvøld í desember.
Men nei, ein álopsmynd av svenska avstraliumanninum hjá Neistanum á forsíðuni bar boð um, at hald var í tekstinum.

Og tá ið so eisini kollfirðingar megnaðu at lemja Ingasa menn dystin undan, íðan, tá kunnu vitonnur loyva okkum at droyma: at kanska eru tvey, og ikki bara tað eina, plássið tøkt í FM-finalunum í apríl.
Men nei! Við Jojic og Hanussarson á liðnum er ivaleyst ov nógv erfaring í start 7-aranum til at hetta, aftur í ár, fer at kiksa. Og so Ingi og hansara snildi at vinna sjálvt tá formurin ikki er í hæddini.

Men eitt pláss ella tvey kann gera tað sama fyri jakstrandi riðilin, tí har eru so nógvir biðlar, Kyndil, KÍF og vit, kanska eisini Neistin, at hvørt sitg er eitt apsalutt MUST skulu vit síggja til, at pákini ikki fara at sokka eins og tey gjørdu í fjør.

So, tað er bara at Koyra Á Maskinuna, tí framtíðin er svørt, so etandi KOLASVØRT!!!!

Støðan í Atlantic Airways deildini (og øllum øðrum deildum) sæst á Úrslitatænastuni og er hendan:


 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com