sunnudagur, 14. desember 2014

Á finalukós... aftur


H71 - StÍF: 30-25 (16-13)


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Landskappingin í Atlantic Airways deildini er enn spennandi.

Við fimm-máls sigri legði H71 seg á finalurók. Úrslitið gjørdist 30 - 25.

Dysturin var gjárakvøldið í Hoyvík, og bert ta einu løtuna var eitt gramm av fjálturi at hóma.
Tá vóru strandingar á odda við einum lítlum neva av málum, men normalitetur fekst í lag aftur, sum so hvørt sum hoyvíkingar løgdu sjógv millum seg og teir hvít-reyðu.
Eitt StÍF-lið, haldi eg vit nú kunnu staðfesta, hvørs fyrstu sjey eru heilt góðir, men so byrjar at knípa.

Hálvleiksstøðan talar líkasum sítt egna mál, 16 - 13.

Tað var annars nakað fyri og beint eftir hálvleik, at H71 gjørdi bart, skilst.

So nú er bert at fara oman í Mylnuna, keypa sær ein pakka av Jaffa-køkum og gera sær ein temunn, ja, seta seg afturá og bíða eftir dagsins úrslitum, har kollfirðingar gesta vindorkuna á Hálsi.

Eg veit ikki heilt hvat, vit skulu vóna, vit í H71. Jú víst, at TeamKlax loypir hvøkk á øll og vinnur stig ella bæði frá vestmenningum, sum so krevur, at Bogdan í álvara ger sær dælt av hansara skotarmi.

Men tað er hin dysturin, tann við spenningi, og sum ógjørligt er at meta um, har óvissa valdar, ert tú All Black.

Vinnur KÍF, íðan, so minkar trýstið frá teim grønu í strembanini eftir at enda sum eitt av tveimum teim ovastu liðunum fjórða í fjórða næsta vár; men tað merkir so samtíðis, at trýstið veksur aðrasteðs frá: frá kollfirðingum... UHA!

Tað er tað, er tað frægari at nokkso nógv berjast við 2-3 lið, ella trúliga berjast við eitt lið. Don't know, so vit mugu bara taka ein dyst fyri, annan eftir, og annars gleðast um tey stig, okkara kappingarneytar missa (kann mann siga sovorðið longur!!!).

Góðan sunnudag, og venjið nú væl til ein minst líka umráðandi dyst næsta leygarkvøld, tá ímóti Ákasa monnum.

Framtíðin er svørt, so grúuliga svørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com