fríggjadagur, 19. desember 2014

Smyril Line Cup 2014


- Jólahondbóltur í Hoyvík

Sum vit gera klárt at traðka út úr jólamánaðinum, verður hondbóltsgildi í Hoyvík.

Tað er í døgunum 26. - 28. desember, at Hoyvíkshøllin leggur høli til eina forkunnuga kapping millum nøkur av okkara mætastu hondbóltsliðum í landinum.

H71 skipar fyri, og tað er Smyril Line, sum letur steyp og eina peningagávu á krónur 5000 til vinnandi liðið.

Tilmeldaðu liðini eru VÍF, Neistin, StÍF, Kyndil og H71, øll AA-lið. Afturat teimum eru tvey onnur lið, ÍF Føroyar og førosyka U21-landsliðið.

So umframt at vitna dagsformin hjá okkara fremstu liðum í manshondbólti í intensari kapping, er hetta samtíðis gylt høvi at síggja ungdómslandsliðið, áðrenn teir fara at royna seg í HM-undandystum fyrst í januar.

Og tá ið ÍF Føroyar letst klára seg betri fyri hvørt árið, er neyvan nakað at ivast í, at hesir hondbóltshugaðu asfaltføroyingar koma at geva hinum seks skarpan gang.

Smyril Line Cup er skipað soleiðis, at vit hava tveir bólkar, bólk 1 og 2, har vinnarin av bólki A møtir nummar 2 í bólki B, og nummar 2 í bólki A møtir vinnaran í bólki B.
Hesar hálvfinalur verða spældar leygardagin seint seinnapartin, meðan finalan verður sunnudagin 28. desember.

Framsýningarhondbóltur verður eisini á skránni mitt í skránni. Her sleppa kvinnurnar framat, og eru tað greipuvinnarnir úr Kyndli, sum skulu royna seg ímóti kvinnunum úr ÍF Føroyum. Hesin dystur verður leygardagin 27. desember seinnapart.

AA-dómarir døma allar dystir. Og allir dystir undantikið kvinnudysturin og finalan sunnudagin eru 2 x 20 minuttir til longdar.

Kvinnudysturin millum ÍF Føroyar og Kyndil er á tvær ferðir 25 minuttir.

Finalan sjálv fær vanliga leiktíð, tað vil siga 2 x 30 minuttir.

Atgongumerkið fyri hvønn dagin kostar 50 krónur, og skráin verður løgd út á heimasíðu felagsins, www.h71.fo, og “hondbóltskjak” í næstum.

Fyriskiparnir gleða seg til eina spennandi og lívliga kapping við nógvum áskoðarum.

Fremstu liðini í bólkunum verða funnin eftir hesum reglunum:
1. Stig
2. Samlaður málmunur
3. Flest skotin mál
4. Um alt framvegis er javnt, so verður lutakast

H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com