sunnudagur, 21. desember 2014

Avgreitt, 33-26 til H71


H71-Neistin: 33-26 (13-12)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Tá H71 kemur í ein góðan stima av spæligleði og sjálvsáliti, tá er tað turbo á maskinuna.

Neistin smurdi okkum av í fyrsta dystinum í ár, og vit hava havt trupulleikar við Neistanum í fleiri ár, so ein ávísur spenningur var undan dystinum. Neistin vann eisini á oddaliðnum nakað herfyri, og tí var ikki ómøguligt, at teir gjørdu ein vørr aftur í gjár. Tíbetur vóru okkara menn til reiðar, og nakað inn í seinna hálvleik var reiðiliga greitt, at dysturin vildi enda við sigri til H71.
 

Dystargongd

Fyrri hálvleikur er ikki nakað at skriva um, javnt avrik frá báðum liðum, og dysturin kundi fara báðar vegir. Menn leggja ikki so nógv fyri, men bíða við at spæla til seinna hálvleik. Munurin skal bara ikki gerast ov stórur. Hálvleiksstøðan var 13-12 til H71.

Seinni hálvleikur var bert farin í gongd, tá H71 kom í ein reiðiliga góðan stima av spæligleði og sjálvsáliti. Hetta er turbo á maskinuna, og eftir stuttari løtu vóru átta mál á muni. 41 minuttir og støðan 24-16 til H71. Dysturin var avgjørdur, og menn kundu fara heim í jólaferiu. Tað skuldu tó spælast 19 minuttir afturat, men Neistarnir trúðu ikki reiðiliga uppá, at tað var gjørligt at gera nakað við ógvusliga málmunin, og innsatsurin gjørdist tí hareftir. Onkuntíð minkaði munurin niður í fýra mál, men endaliga úrslitið gjørdist 33-26, ið er sjey mál á muni.
 

H71

Í fyrra hálvleiki gekk reiðiliga trekt í álopinum, og hugflogið var ikki tað stóra. So við og við batnaði, og hetta sást serliga, tá Rúni kom á vøllin, og beinanveg gjørdi tvey góð mál. Mark spældi eisini ein framúr góðan dyst, og skeyt nøkur góð mál, hann er knappur og beinrakin. Vit sleppa ikki undan at nevna Hall, ið skoraði 8 mál, tað sama sum Mark. Ári stóð eisini væl í málinum.

H71 hevði reiðiliga nógvar lættar málmøguleikar, men Mikkjal Hansen (í Neistamálinum) er serstakliga góður í ein-ímóti-ein støðum, og hetta vísti hann ferð eftir ferð.

Neistin valdi at mansverja Mark allan seinna hálvleik, og seinni eisini at verja Hall. Hetta má sigast ikki at hava givið tað ætlaða úrslitið, tí tað gekk so strálandi í álopinum í seinna hálvleiki.

Neistin

Fyrstu løtuna sýntust teir reiðiliga væl skipaðir í verjuni, og riggar uttara verjan væl, so er ringt at fáa bóltin fram Mikkjali. Serliga miðverjan er stinn.

Í álopinum hava teir góðar skjúttar, Sjúrður Thomassen og nýggi spælarin Tommy Fletcher. Tað sær so lætt út, tá tað eydnast. Lukkutíð fyri okkum var hetta ikki tann besti dagurin hjá Sjúrði, og Tommy fekk eina væleydnaða mansverju í seinna hálvleiki, soleiðis at hann bert fekk eitt mál í seinna hálvleiki. Alex Buha sýnist reiðiliga, at hava tikið leiklutin sum stórspælandi vinstri vongur eftir faðir sín (Bjagoje Buha), og hann skoraði 8 mál.
 

Samanumtikið

Vit hava nú spælt hálva kapping, og vit liggja nr 3 við einum dysti færri enn Kyndil á øðrum plássi. Hetta má sigast at vera frálík støða. Okkum nýtast bert at gerast nr tvey fyri at koma í finaluna, og venja vit miðvíst og leggja alt til rættis eftir at vera á toppinum um einar 3-4 mánaðir, so kann alt henda.

VÍF er oddalið, men í hondbólti er so skjótt, at okkurt kemur í vegin, og so steðgar upp. Vit skulu bara vera miðvísir, hava gott mót og gott treysti, so mann fara at ganga. Vit gleða okkum til seinnu hálvu.

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com