mánadagur, 22. desember 2014

Kýrberg


Skrivað hevur: Marjun Arge Simonsen

Myndin ovast: Lív S. A. Simonsen

Kýrberg er víða kent við sínum steyrrætta bergi og tí vakra dalinum vestanfyri, og sigast má, at bergið er rættiliga eyðkent fyri Hoyvík. Kýrberg er kent myndevni hjá listafólki og myndatakarum.

Søgn er eisini knýtt at hesum staði. Henda søgn sigur, at navnið stendst av, at á Kýrbergi plagdi ein kúri at sita á varðhaldi. Og tí hevur áður verið siðvenja at skriva navnið við ú, t.e. Kúrberg. Navnið sigst stava frá tíðini, tá ið neyðugt var at fylgja við, um fremmand skip komu gjøgnum fjørðin, tí tað kundu vera ófriðarskip. Um hesin kúri varnaðist okkurt illgrunasamt, skuldi hann geva boð til Havnar. – Í Tróndarkvæði, ið Jóan Petur uppi í Trøð yrkti um 1900, ljóðar 18. ørindi soleiðis:

    Flotin kom frá Eystnesi
    gjøgnum álin harða
    Kúrin sá á Kúrbergi
    læt boð til Havnar fara

Í hugaheimi yrkjarans situr kúrin á varðhaldi á Kúrbergi og rakar við, tá ið Gøtu-Tróndur við sínum monnum er á veg til Havnar. Hetta var, tá ið menn norðan fyri Hórisgøtu fylktust og noktaðu at ganga undir krøv Ólav kongs og sleppa gamlari trúgv. Tróndur og hansara fylgismenn fóru við knørrum sínum út av Norðragøtu og stevndu suður til Havnar, har teir mannsterkir fingu Sigmund at lúta.

Men hóast søgnin er spennandi, tí hon ber í sær ein farra av søguligum hendingum og stríði millum høvdingar í farnum døgum, so er ikki líkt til, at nakar kúri hevur sitið á Kúrbergi. Sagnir koma ofta í, tí roynt verður at finna eina frágreiðing til uppruna at staðarnavni. Í hesum føri kann fyrri liður í orðinum í framburði bæði tulkast sum eitt stutt ú ella ý, og tí er søgnin íkomin.


Gamalt franskt steinprent av Kýrbergi. Nakrir menn sita sunnan fyri Koytuna. (Heimild: Voyages de la Commision scientifique de Nord: en Scandinavie, en Laponie, au Spitzberg et aux Feroe, pendant les années 1838, 1839 et 1849)


Longu í Færøsk Anthologi (1891) sæst, at dr. Jakob Jakobsen hevur rakt við, hvør týdningurin hjá orðinum er. Útgávan er skipað soleiðis, at 2. bind er Ordsamling, ið dr. Jakobsen (tá stud.mag.) evnaði til í sambandi við útgávu V.U. Hammershaimbs. Á bls. 436 stendur: Kýrberg [...] forbjærg ved Kýrdalur (kodalen), tæt ved bygden í Hoyvík, lidt nord for Torshavn (Havn).”

Sum sæst, týðir dr. Jakobsen orðið til “kodalen”, og hann stavar nøvnini við ý – Kýrdalur og Kýrberg. Forna sniðið á orðinum kúgv var kýr, og tað er varðveitt í navninum, og tí skal tað stavast við ý. Eisini onnur nøvn við sama forliði eru til skjals aðrastaðni í Føroyum, t.d. Kýrgil, Kýrgjógv, Kýrryggur og Kýrheyggjur.

Semja er um, at bergið hevur fingið navn av dalinum eystanfyri, sum nevnist Kýrdalur, t.e. at navnið á dalinum er tað eldra. Navnið man sipa til, at kýr hava gingið á beiti her. Dalurin hevur uttan iva verið gróðrarmikil og veðurgóður til neytabit. Nú er dalurin slóttulendi.

Tað sigst, at bóndahúsini í Hoyvík einaferð hava verið í Kýrdali, og søgn er um, at bóndin, ið festi í 1722, flutti haðani og settist heima á Garði. Sambært Símuni Arge, fornfrøðingi, er hetta rættiliga ivasamt. Fornfrøðiligu kanningarnar undir bóndahúsunum seinast í 1990-árunum vístu greitt, at upprunabúsetingin í Hoyvík hevur verið heima á Garði. So hava húsini staðið í Kýrdali, hevur tað bert verið avmarkað tíðarskeið, og kundi ymist, ið funnið er upp úr moldini undir velting í 1930-50-árunum, bent á hetta, greiðir Símun Arge frá.


Kýrdalur. Mynd: Marjun A. Simonsen

Heimildir
Hammershaimb, V.U. 1891. Færøsk Anthologi I og II. København
Kvæðabókin (Lagt til rættis: Sverri Egholm). 1. bind. 1960. Tórshavn
Voyages de la Commision scientifique de Nord: en Scandinavie, en Laponie, au Spitzberg et aux Feroe, pendant les années 1838, 1839 et 1849, sur la corvette La Recherche. 1842. Paris http://archimer.ifremer.fr/doc/00002/11348/7917.pdf
http://commons.wikimedia.org/wiki/Category:Voyages_de_la_Commision_scientifique_de_Nord_by-_Joseph_Paul_Gaimard

Munnligar heimildir
Símun Arge, fornfrøðingur



Marjun Arge Simonsen er cand.phil. í noðurlendskum,
serstakliga føroyskum, máli og bókmentum.
Les eisini á www.ordafragd.com.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com