leygardagur, 27. desember 2014

Steypakappingin fer úr bakkastokki


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Nakað út í januar byrjar Coca Cola-steypakappingin.

Eins og undanfarin ár er steypakappingin nakað heilt serligt fyri H71, tí aftur hesuferð hava vit tvey lið við í endaumfarinum, sonevnda og nýbryggjaða bólkaumfarinum.
Talan er um H71 og H71 2. Spælir tú við H71 2, sleppur tú ikki at spæla við H71, og øvut. Kortini er talentmassin so massivur, at vit saktans kunnu gera ein vørr og arga eitt av hinum liðunum í bólkinum. Liðini í bólkinum eru VÍF, Neistin, KÍF og so H71 2.

Okkara fyrsti dystur verður ímóti kollfirðingum í Kollafirði týsdagin hin 13. januar kl. 20. Vit neyvari fyrireiking og yvirgóðari undirtøku ber alt til. Tað hava vit sæð fyrr.
Næsti dysturin verður longu fimm dagar seinni, sunnudagin 18. januar. Tá í Hoyvíkshøllini, tá ímóti VÍF, tá kl. 17.30. Triðji og seinasti dystur hjá H71 2 er á útivølli ímóti Neistanum. Hesin dystur skal spælast á Halsi hósdagin 22. januar kl. 20.

Í bólkaspælinum spæla liðini tístaðni bara tann eina dystin ímóti hvørjumøðrum, og nummar 1 í bólki A møtir nummar 2 í bólki B og nummar 2 í bólki A nummar 1 í bólki B (sjá annars leikskránna á Hsf.Fo!).

Hitt liðið, H71, tað, sum í stórum brotum umboðar felagið í AA-deildini, leggur út við at taka ímóti strandingum í Hoyvík. Hesin dystur verður mikudagin 14. januar kl. 20.
Seinni dystur er mín sann eisini heima, men nú ímóti Bogdan & Co. Hann verður bríkslaður í gongd sunnudagin 18. januar kl. 16, tvs beint fyri H71 2 skal møta VÍF á heimavølli. So har verður veruligt steyparok.
Seinasti og kanska avgerandi dystur, eisini um evt hálvfinaluplasering, er á útivølli. Ella, gomlum heimavølli, ið er Høllin á Hálsi. Her spæla vit ímóti Kyndli, og dysturin skal avgreiðast mikudagin 21. januar kl. 20. Hetta fer at vera ein ordans dystur.

Liðini í hesum bólki, bólki 2, eru annars Kyndil, Team Klaksvík, StÍF og H71.

Leikskráin, og hvar liðini spæla, er kanska dekan favorabul fyri H71 í mun til H71 2, men hetta er tengt at landskapingini, har tað skal loysa seg at vera væl fyri í henni, tá bólkaumfarið verður staðfest og dystir lokaliseraðir.

Samanumtikið eru hetta dagar stúvstappaðir við hondbólti á hægsta spenningsstigi, tí beint eftir bólkaumfarið verða teir legendarisku hálvfinaludystirnir leiktir, tí finalan verður longu leygardagin 7. februar.

Framtíðin er svørt, so kolasvørt!!!!

---
Leikskránna til Coca Cola kappingina kanst tú eisini síggja her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com