sunnudagur, 28. desember 2014

Strandingar vunnu


H71-StÍF: 31-33 (13-8)


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Myndir: Petur Mittún

StÍF fór avstað við steypinum og vinninginum í Smyril Line Cup, sum er spælt seinastu tríggjar dagarnar.

Tað bleiv ein spennandi finala. Kanska í so spennandi, helt onkur. Dysturin byrjaði klokkan 18:30, og aftan á vanliga og longda leiktíð mátti dysturin avgerast við brotskøstum. Seinasta bríksl var ikki fyrr enn klokkan 20:20 umleið.

At byrja við sá líka sum út til, at H71 fór at gerast vinnandi liðið. Hoyvíkingar lógu oman á allan fyrra hálvleik, sum endaði við 13-8. Men í hondbólti kann tað skjótt venda, og tað er júst tað, sum hendi.

Strandingar komu nógv betri í gongd í seinna hálvleiki, og fingu ta einu løtuna bart seg fram til eina 4-máls leiðslu.

Dysturin endaði við máli til H71 í seinastu sekundunum 24-24. Tað úrslitið kann ikki brúkast at enda eina steypafinalu við, so tað blivu leiktir 2x5 minuttir afturat. Og so var støðan blivin 28-28. Tá Andor Sivertsen sekundir áðrenn tíð fekk seinasta bóltin inn um frá høgra vongi, tá sprakk pápin, Petur, út í gongina at jubla, sigst  :)

Hesin javnleikurin kundi heldur ikki brúkast, so restin var upp til brotskøst, fimm í part. Her kláraðu strandingar at fáa øll síni í mál, vit kiksaðu eitt av okkara, so endaliga úrslitið av finaluni í Smyril Line Cup gjørdist: H71-StÍF: 31-33.

Frá okkum skal ljóða ein tøkk til øll tey luttakandi liðini og eitt stórt tillukku til strandingar  :)

---
Á myndini omanfyri handar stjórin á Smyril Line, Rúni Poulsen, vinnarunum steyp og ein kekk à 5.000 krónur.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com