mikudagur, 7. januar 2015

Hálvfinalurnar eru sum valdagur í valdømisdøgum


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- H71 hevur heili 10 lið umboðað í Coca Cola steypakappingini.

Ja, leygardagin er ársdagurin, har vit í H71 fara at ringja runt landið at dagføra okkum um gongdina. Um hvørji lið hjá H71 koma at spæla í Coca Cola finalunum hjá HSF 8. februar, sonevndu Barnafinalurnar. Og, ikki minst, hvussu nógv lið.

Tað minnir nevniliga ikki sørt um løgtingsvalið fyrr í tíðini, har interessantar kimaðu niður álítandi fólk á staðnum um atkvøðubýtið--vit handan tredivu minnast skipanina við valdømum og sterkum lokalfeløgum, meiri borgararæði, minni opportunismu, men til tíðir tó vantandi sambæri millum samlaðar atkvøður og tinglimir.

At kalla akkurát so fara vit at gera næsta leygardag, har vit hava ikki minni enn 10 lið, a- og b-lið, í hálvfinalunum.Speed dial á míni 4 ára gomlu Nokia E5 er fiksað, og verður tað so dyggiliga misbrúkt til høvið og klárt til nýtslu.

Og har er ein sonn ørgrynna av valdømum, ella hallum!, ið vit ætla okkum at hava samband við tvørturígjøgnum morgunin og seinnapartin, í onkrum føri nakað út á kvøldið.

Gentur 12 spæla á Eiði. Dreingir 12 í Hoyvík. Gentur 14 á Skála. Dreingir 14 í Runavík. Gentur 17 á Hálsi. Dreingir 16 í Kollafirði. Spennandi verður.

Tað skal tó viðmerkjast, at u10 og dreingir 18 spæla ávikavist næsta leygardag aftur, tvs 17. januar, og fríggjadagin fyri, tvs 16. januar. Gentur 10 spæla í Gundadalshøllini og dreingir 10 í Vestmanna. Dreingir 18 spæla í Hoyvíkshøllini í tí, ið er ein beinleiðis hálvfinala.

Vit hava lið í hvørjari deild, tó ikki í gentur 10. Hinvegin hava vit so tvey lið í tveimum deildum, ella aldursbólkum. Tað hevur ikki hilnast so væl hjá gentum 10 í a-bólkinum, meðan b-liðið klárar seg væl í b-bólkinum, eru nummar eitt, men eisini eitt ár yngri. Men við treysti og áhaldandi venjing rokna vit við bata, eisini har.

Annars hevur H71 2 lið í d10, 1 lið í g12, 2 lið í d12, 1 lið í g14 og 1 í g17, 1 lið í d14 og 1 í d16 og d18.

Vit gleða okkum at síggja okkara lið geva sítt alraítarsta fyri liðið og felagið! Onki við at geva upp, um vit eru aftanfyri í onkrum dysti; og onki vit at slaka, tá vit koma framum.

Einki er vunnið, fyrrenn alt er vunnið, so nú er ikki at taka nakað sum helst fyri givið, men hugsa seg um í verju sum álopi, stríðast fyri hvørjum bólti og, í so stóran mun sum til ber, stuttleika sær.

Um tú gert títt apsalutt besta, íðan, tá ber illa til at krevja meiri. Men so er eisini at gera hetta hvørt sekund í hvørjum dysti. Gera vit tað, fer framtíðin at verða verandi so etandi svørt.

Tey fyrstu árini høvdu vit eitt, kanska tvey, kanska-kanska trý lið við í hesum stórslignu finalum við ordiligum gólvi og ordiligum dómarum og tónlist og eini stúvstappaðari høll av svakligum familjulimum.

Seinnu árini, seinastu 4-5, er talið av liðum farið uppí í ein neva, onkuntíð ein góðan neva, og henda siðvenja skal gjarna halda á.

Góða eydnu, leikarar og venjarar og hjálparar annars.

Koyr Á Maskinuna!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!

 

Dystaryvirlit

Dagur Dagfest Umfar Klokkan Deild Staður Fyrireikari

Leyg

1. jan

Semif.

11:00-16:00

D14

Runavík

Tjaldur

Leyg

1. jan

Semifin.+ministeypak.

10:20-17:45

G12

Eiði

EB

Leyg

1. jan

Semif.

11:00-16:40

D16

Kollafjørður

KÍF

Leyg

1. jan

Semif.+ministeypak.

09:30-18:55

D12

Hoyvíkshøllin

H71

Leyg

1. jan

Eykaumfar *

10:30-11:30

D10

Høllin á Hálsi

ÍA

Leyg

1. jan

Semif.

12:00-17:40

G17

Høllin á Hálsi

Kyndil

Leyg

1. jan

Semif.

11:00-16:00

G14

Høllin á Skála

StÍF

Fríg

16. jan

Semif.

18:15-20:30

D18

Hoyvíkshøllin

H71

Leyg

1. jan

Semif.

10:00-16:00

D10

Vestmanna

VÍF

Leyg

1. jan

Semif.

10:00-16:00

G10

Gundadalshøllin

Neistin

* Í eykaumfarinum eru liðini ÍA, KÍF, Neistin



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com