sunnudagur, 11. januar 2015

Úrtøkuríkar hálvfinalur


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Dagin eftir henda spennandi hálvfinaludag eru so telefonirnar stillaðar. Friður.

Men í gjár var speed-dial í brúki, tí vit vilda so øgiliga gjarna vita, hvussu væl okkara ungdómur avrikaði kring landið. Onkur í Kollafirði, onkur annar í Runavík, í Hoyvík og á Skála og aðrasteðs við.

Barnafinalurnar umfata íalt 9 ungdómsfinalur. 6 teirra blivu avgreiddar í gjár. 3 næsta vikuskifti, d18 fríggjakvøldið og u10 leyardagin. Ella, avgreiddar í so máta, at finalistarnir til finaluna 8. februar eru funnir.

Eftir í gjár kunnu vit gleðiliga staðfesta, at H71 eigur finalist í 5 út av 6 finalum. Bara g17 kláraðu ikki rættiliga at koma á mál, men komu kortini í hálvfinaluna (men næsta ár verður tað!).
Gentur og dreingir 12 kláraðu tað, gentur og dreingir 14 kláraðu tað, og dreingir 16 eisini. Hetta er gott avrikað, so nú er bara eftir at vinna tær:)

Allir sigrarnir eru serstakir hvør sær, allir aldursbólkar við, men eg loyvi mær tó at taka ein aldursbólk burturúr, tí har eru heldur forvitnislig finaluumboð. Og tað er u12.
Hjá gentum er tað frálíka hent, at EB er endað í finaluni saman við H71. Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, í hvussu so er smb yvirliti hjá HSF í samband við Steypafinalurnar 2013 navnt "Steypakappingarnar - Yngru deildir 1996-2012", sum so gongur aftur til, ja, 1996.
Fyri nøkrum árum síðani fingu tey høll har norðuri, og hava tey eisini so dánt spælt hondbólt, so nøkulunda skipað, men tað er væl fyrst og fremst í ár, at vit trúliga vitna ein ávísan seriøsitet. Men tað er við Jákupi Hanusssyni og hansara íkasti, royndir og know-how, at hondbólturin hevur tikið dik á seg. Og, opinbart, g12 meiri enn nakar annar aldursbólkur.
Eitt hjartaliga tillukku úr Hoyvík tóað tað allíkavæl ikki skal valda ivi um, hvønn vit halda við á degnum--hvør er sær sjálvum nærmast, eh! MEn framúr tíðindi fyri føroyskan hondbólt, og vónandi fer hetta megnarúrslit at virka sum lopfjøl fyri at dríva hvaðna meiri á.

Hitt merkverdiga úrslitið var so hjá dreingjunum, í d12. Har er tað hent, at bæði H71 a og H71 b eru endað í Barnafinaluni. A-liðið hevur roynt tað so ofta fyrr, men fleiri av b-arunum hava ikki. Og tí gleðast vit eisini serliga um hetta og tað stuttliga í tí, at vit sum felag hava so nógvar fínar hondbóltsleikarar við so nógvum og ymisligum kvalitetum.
Kanska ikki so gott fyri HSF og føroyskan hondbólt, men hey!, tað er gott við oddafiski í hvørjari ítróttardissiplin. Ikki so gott fyri spenningin, tá henda finala ikki fer at lova grønt ella blátt ella gult ímóti svørtum, men svart ímóti svørtum. Og kanska ikki so gott fyri huglagið í høllini, stemningin!, men vitonnur mugu so bara rivaliserast á hvør sín hátt við tí í mentu, at hvat enn so sker, er felagið og samanhaldið vinnarin.

Favorittar vóru væl H71a og Kyndila, men H71b basti nokkso kontollerandi hesa annars so vælspælandi og samanspældu vindorku. Ikki nógv mál, men øgiligur spenningur.1
Og tá helt tú kanska, at nú var sloppið, men heitasta smurda, um so var. Mótstøðuliðið nú, í hálvfinaluni, var Team Klaksvík við Bogdan sum venjari. Har er ein ómetaliga hávaksin piltur við einum óhugnaligum skoti, og skutu klaksvíkingar 19 mál, so skeyt hann 18. Framúr skotdyggur og mestsum ógjørligur at verja upp fyri--uttan so hann varð stressaður og takklaður so ofta, at sjálvt hann ikki hevði meiri at bjóða uppá.
B-liðið var aftanfyri allan dystin, ta einu løtuna við fimm málum, eisini heilt fáar minuttir fyri endabríkslið, men klárað at javna hálvan minutt fyri tíð. Men pínaknút um ikki hasin drongurin buldraði handa bóltin í málið aftur við, hvat?, 10 sekundum eftir.
So, niðan eftir vøllinum í ein fart, skjótari enn tónleikari klárar at siga "ferðabrúgv"! Har var eingin tíð aftur, nærum bókstavliga, so tað var bara at skjóta. Og mál!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!
Nú eykatíð. 1x5 minuttir. Og henda vunnu vit. Eisini spennandi, men her høvdu vit líkasum andliga yvirvág.
Fantastiskt, men tó synd í klaksvíkingum, ið forstáiliga vóru keddir. Men á denn rómur í høllini, og spenningur hasar seinastu fimm minuttirnar, og tey góðu ráð frá venjarapápum, umleið 57 í tali, strategiskt plaseraðir um vøllin. Ikki tí teir manglaðu venjarir við Peturi Mittún, Karl Oddmar og Rúna Poulsen á bonkinum sum meiri veruligir venjarir.

Sostatt hevur H71 longu nú 6 lið við í 6 finalum. Um d18 vinnur sín dyst fríggjadagin ímóti Neistanum, telja vit 6 út av 7 finalistum. Og um d10 koma í finaluna, so er H71 umboðað í heili 7 út av 9 finalum við 8 liðum.

Í 2013, til dømis,fyri tveimum árum síðani, høvdu vit "bert" 4 lið. So framgongd.

Tilluku tit øll, og góða eydnu til tykkum, ið enn mangla at spæla um finalupláss.

Framtíðin er svørt, so kolasvørt!!!!!!!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com