leygardagur, 17. januar 2015

D18 vann eisini


Skrivað hevur: Anna og Agga

Gjárakvøldið spældu D18 hálvfinalur um at koma í tiltiknu barna-/ungdómsfinalurnar hjá HSF, Coca Cola-steypakappingin millum manna.

Vann H71, íðan, so er felagið umboðað í 6 út av 9 steypafinalum, og greiða D10 sín setning, so eru tað 7 út av 9, men 8 lið, tí D12 er rein Cola-svørt finala.

Og tað gjørdu teir. Ikki totalt sannførandi, men tó.

Okkara dreingir vóru greitt betra liðið, men høvdu trupulleikar við at fáa samanspælið at rigga, so talan var fyri tað mesta um einmanspræstatiónir. Pætur og Hilmar Leon vóru mest eyðsýndir í álopinum, meðan Helgi stýrdi verjuni væl sum vanligt.

Neistamálverjin hevði ein góðan dag, og tað var viðvirkandi til, at endaúrslitið ikki var størri enn, hvat tað var. Hjá okkum stóð okkara ungi málverji Hørður sera væl, serliga at byrja við, og tað er eingin ivi um, at hann kann koma langt við sínari hondbóltskarrieru.

Dysturin millum Kyndil og StÍF var eisini javnur, og í øðrum hálvleiki mansverdu bæði liðini besta leikaran á hinum liðnum, ávíkavist Kjartan Johansen og Bartal Wardum.

Stíf var stinnari móti endanum, og tað tóktist sum um, at Kyndil ikki hevði nóg nógv at koma við í álopinum, tá Bartal var tikin út. Hjá StÍF tók Pætur Johansen ábyrgd, tá Kjartan var úttikin.

Dysturin endaði við teprum sigri til strandingar, sum sostatt kemur at møta H71 í d 18 finaluni tann 7. feb. á Hálsi.

Semifinalur í Hoyvíkshøllini, úrslit:
16.01.2015 kl. 18.15 Kyndil – StÍF 22-23
16.01.2015 kl. 19.30 H71 a – Neistin 24-22

Vit kunnu nú staðfesta, at vit eiga luttøku í D12 – rein H71 finala a móti b, í D14, D16 og D18. Seinri í dag verður avgjørt hvussu verður við D10, men teir plaga at verða knáir. Men vinna teir, so eiga vit dreingjadeildina.

Hjá gentum sær eisini ok út við luttøku í G12 og G14 finalunum. Har eiga vit sostatt helvtina. Tað er ikki alt, men kortini helvtina meiri enn fyrr.

Seinasta nýggja:
Úr Vestmanna frætta vit, at okkara D10 vunnu sínar dystir, og sostatt eru teir eisini í steypafinaluni. Og við hesum luttekur H71 altso í heili 7 av 9 finaludystum!

Vit í felagnum kunnu so sanniliga ikki annað enn vera ómetaliga stolt av tykkum øllum :)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com