sunnudagur, 18. januar 2015

Tvey steypatap


H71-Team Klaksvík: 25-27 og H71 2-VÍF: 20-29


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

- eitt væntað og eitt óvæntað.

Í kvøld spældu bæði okkara steypalið, og bæði taptu. Fyrri dysturin, sum vit øll helst longu høvdu avgreitt til okkum, endaði heldur óvæntað við, at klaksvíkingar vunnu við tveimum málum. Seinni dysturin (H71-2) endaði við einum greiðum og væntaðum sigri til vestmenningar.

Í fyrra dystinum (H71-1) vóru tvær høvuðsorsøkir til, at stigini fóru til gestirnar. Sjálvt um vit høvdu eina ørgrynnu av 100% málmøguleikum, gekk heilt illa at fáa bóltarnar framvið tí rættiliga stóra málmanninum hjá Team-Klaksvík. Hin orsøkin var, at tað lá reiðiliga væl fyri hjá Bogdani at skjóta mál fyri gestirnar (10 av 14 í fyrra hálvleiki).

Soleiðis er hondbóltur, og soleiðis er steypakapping. Tað ber ikki til at siga, hvussu dysturin fer. Eitt gott var tó við hesum úrslitinum, tað er, at menn nú vita, hvør uppgávan er móti Kyndli í næsta dystinum, sum verður mikukvøldið. Hetta er dystur við “Vinn ella forsvinn”, tó við lítlari krúllu, alt eftir hvussu úrslitið av StÍF og TK verður.

Í seinna dystinum, gekk sum væntað. VÍF vann lættliga. Tvær gamlar kempur vístu at enn eru krotur í teimum, Niels Viggo og Halgir. Teir báðir skutu tey flestu av málunum. Aðrir gamlir kenningar vóru eisini á liðinum: Tróndur, Freddi og Jens í mál. Hesin dysturin endaði 21-29 til VÍF.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com