sunnudagur, 18. januar 2015

Gekk ikki hjá G17


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Mynd: Thomas Bo Petersen

- tær máttu noyðast við bronsu.

10. januar var hálvfinaluumfarið hjá yngru deildunum, eisini hjá G17, sum spældi í Høllini á Hálsi í Havn.

Okkara a-lið var komið víðari, og tær vunnu ein dyst og taptu ein: 8-6 móti Neistanum b og 5-10 móti sterka Stjørnu-liðinum úr Klaksvík.

Okkara gentur komu kortini víðari til sjálva hálvfinaluna, har mótstøðuliðið var Kyndil. Hendan dystin taptu vit 10-14.

Tað bleiv síðani spælt um bronsuplássið - vit og StÍF. Og hesa ferð fóru okkara gentur avstað við sigrinum 12-7 og harvið bronsuplássinum í steypakappingini. Tillukku við tí  :)

Tær vóru allar kanska ikki so øðiliga glaðar fyri bronsuna - tær vildu hava okkurt gyltari. Og tað skilir mann væl, men hetta var tað, tað rakk til á hesum sinni. Millum annað krevst meira venjing og betri kondisjón, tí fram í móti dystarenda sæst, at okkara gentur orka ikki líka væl sum hinar.

Men tað skal eisini sigast, at genturnar hjá okkum hava gjørt stór framstig seinastu árini, og at hetta triðja-plássið er eitt stig á vegnum upp á ovastu rók.

Steypafinaluna hjá G17 8. februar spæla Kyndil og Stjørnan.

Úrslitini frá steypakappingini hjá G17 sært tú her á HFS.fo.

Í landskappingini liggja tær í løtuni á fremsta plássi, so har verður ómetaliga spennandi.

Venjari hjá G17 er Petur Martin Johansen, fyri summi betri kendur sum Koffi.

Landskappingina hjá G17 sært tú her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com