mánadagur, 19. januar 2015

Koyr á Maskinuna á Hálsi!!!!


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Permutatiónirnar eru longu í gongd í flestøllum hoyvíksheysum. Skulu vit vinna? Er nokk við javnleiki? Vinna, vit, eru vit so tryggjaðir? Hvat um vit tapa?

Ja, hvat um vit tapa; hava vit tá nakran kjans at enda í hálvfinaluni í Coca Cola-steypakappingini? Tað stutta svarið er "ja". Vit kunnu tryggja okkum víðari luttøku í steypakappingini við ósigri ímóti Kyndli, men tað krevur tó, at StÍF vinnur á Team Klaksvík.

Taka vit so hasa uppgerðina, tá er støðan hon, at vinnur StÍF dystin á Skála mikudagin ímóti Team Klaksvík, so skal samlaði málmunurin í báðum dystum, tann á Skála og Hálsí, verða 20 fyri at koppa hálvfinalu-slagið StÍFsa veg, hvat er dekan órealistiskt. Tvs vit kunnu tapa, men StÍF skal so vinna, men ikki alt alt alt ov nógv, ella vit tapa alt alt alt ov nógv.

Tá ið tað kemur til Team Klaksvík, skulu vit tapa við minus 9 málum fleiri fyri ikki at enda í hálvfinaluni. Men, enn sum altíð, fyrsta fyritreyt er, at StÍf vinnur handa dystin, tí Team Klaksvík má ikki fáa stig, um vit ikki fáa stig.

So, óneyðugt at skoyta uppí, at báðir dystir, so avgerandi teir eru, verða spældir samtíðis, klokkan átta mikukvøldið.

Men líka til dystin í gjár, sum var eitt vónbrot.

Har vóru effinett tríggjar grundir til, at vit taptu. Skræpu avslutningar. Skræpu avslutningar. Skræpu avslutningar.

Nei, skemt til viks. Har vóru effinett tríggjar grundir til, at vit taptu.

Nummar 1) Verjan hjá okkum var eins trygg og ein bankaboks við pinkotuni 1 2 3 4. Hon var ikki nóg kontant, og var hon tað til tíðir, var hon yvirgearað, heldur enn yvirkonsentrerað.

Nummar 2) Bogdan Florea.

Nummar 3) Óbegrípiliga vánaligar avslutningar.

So løgið tað ljóðar, so blivu hasar avslutningarnar, fyri mangul upp á betri føroyskt, hesir 100%-málmøguleikar, ein til ein-støður við málmannin, bara heilt ókey, fyri ikki at siga heilt fínar, tá ein unglingi kom á vøllin, totalt óimponeraður.

Hann eitur Hilmar Leon Jakobsen. Nú kom ferð á spælið. Nú komu mótálopini. Nú komu avslutningarnar. Nú komu hasi forbrendu málini. Áðrenn tað var tað Mark Marcher, ársins besta jólagáva til H71, hugsi eg, sum stóð fyri skikkaðum avslutningum.

Og, yvirhøvur, vit hava fleiri generalar enn í fjør og fyrraárið, men enn ov fáir, tá ið veruliga á stendur. Og promenadutempo nyttar einki ímóti hasi verjuni hjá Kyndli, hvør tyngri enn annar. Nope, har skal rættur hoyvíkshondbóltur til. Ferð og smidleiki.

Viðvíkjandi avslutningum, er tað júst hesin partur av spælinum, ið er heilt bedrøviligur, ikki bara hjá H71, men føroyskum hondbólti. Aðrastaðni, ja, har skorar tú bara. Og tú skorar, tí tú leggur nakað fyri. Og at tú leggur nakað fyri, tað sæst kanska best aftur í tí framkomnu og hjartanemandi gleði, sjálvt yrkisleikarir á alrahægsta niveau vísa.

Tak eitt nú handa fínlekra strikuspælaran hjá norska kvinnulandsliðnum, Heidi Løke. Væl er hon sterk, men fyllir ikki so nógv, og hevur ikki nakað ógvusligt ella volumesligt vakstarlag. Men hon hevur heila. Og hon hevur vilja. Ein eminentan hugburð til hondbóltsspælið, og rennur ikki fjákandi heim í verjustøðu, um hon kiksar, tá hon einaferð endiliga kiksar. Nei, so spelar hon heim við einum andlitsbrá, sum er rokað við argilsi og vreiði og skomm.

Men, skorar hon, og tað ger hon næstan altíð, tí tað ger mann bara, tá fríur!!!!, íðan, so vísir hon, hvussu glað hon er. Og hon er nakað so glað. So fyrndarglað. Óansæð um hon spælir fyri sítt lið í Ungarn ella sínum landi, ávikavist lønt og ikki.

So hetta má uppá pláss. Og tit hava akkurát 2 dagar til tess. Eg orki ikki at spáka framvið allar hasar myllurnar sunnanmegin miðlasmoguna eftir dystarlok enn eina ferð eftir vanlukkutap. Eg orki ikki. Og har er einki alternativ. Tí hasar myllurnar blíva við at standa har, so tú skalt líkasum bíða í 20 minuttir ella so, áðrenn tú sleppur at sníkja teg út undna hasi varandi orkuni.

Men eg orki uppaftur minni enn eina steypafinalu uttan H71. Vit eru ófør í ungdóminum, og vit eru ófør í landskappingini, men steypakappingin, ja, tað er ikki gott nokk. So her má vend koma í.

Men um vit nú líta frameftir og savna okkara tankar um finalubrakið at koma í hálvfinaluna, hvat væl eisini er tann positivi vinkulin, so kunnu vit altso sjálvi avgera okkara egnu lagnu. Vinna vit, so eru vit víðari, tí vit hava betri málúrtøku enn Kyndil. Har kom sannførandi sigurin ímóti StÍF væl við. Har Kyndil hevur vunnið tepurt tvær ferðir, hava vit vunnið stórt og tapt tepurt.

Eisini, insitamentið hjá H71 at vinna sjálvan dystin ímóti grønorkuni er stórt. Sjálvandi, fyrst og fremst fyri at koma í hálvfinaluna, at sjálvir avgera tað. Men vinna vit dystin ímóti Kyndli, so verða vit 1arir í bólkinum, og møta tí nr. 2 í hinum bólkinum, sum mest sannlíkt verður Neistin.

Alt gott um Ákasa menn, men teir gul-bláu eru altso best í Føroyum beint nú. Ikki Neistin.

Sum altíð er H71 best, tá um ræður. Men tað sama kann sigast um Kyndil, ið er eitt satt vinnarafelag. So spennandi verður, og við stúvstappaðari høll verður tað vónandi meiri "Øll sum elska Hoyvík hoppa nú, hoppa nú" enn, í hondbóltshøpi, avrits-inspireraða "Øll sum elska Kyndil hoppa nú, hoppa nú".

Framtíðin er svørt, so Cola-svørt!!!!!!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com