hósdagur, 22. januar 2015

H71 varð bólkavinnari


Kyndil-H71: 20-18 (10-13)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Venjaratoymið spældi kortini væl, verjan var tøtt, og allir mans spældu við fullari megi.

Ljósið sløknaði, men hvørki Kyndil ella H71 tóktust nakað sløknaði, tá streymurin kom aftur. Leiktir vóru ikki meira enn góðir 3 min., tá ljósið fór. Ein ávísur vandi var sjálvsagt fyri, at dysturin bleiv bríkslaður av, men tíbetur varð valt at bíða.

Hetta bleiv ein rættur mannfólkadystur, ikki harðligur, men tó kontantur. H71-verjan tóktist ógvuliga stinn, Hallur og Sigmundur gingu undan, og miðverjan riggaði fyrimyndaliga væl. Ikki bara kontantir, men lættir á fótum og vællisin skift, menn hjálptu hvørjum øðrum og taklaðu mangan langt uppi. Sluppu Kyndlarnir til skot, ja so hava vit Ára, sum stóð heilt einastandandi í málinum. Hann átti stóran lut í tøttu verjuni og góða úrslitinum.

Dystargongdin var annars hon, at vit høvdu munin allan dystin. Tá dysturin var um at verða lokin, kom Kyndil upp á javnt 18-18, men teir fingu ikki fleiri mál, meðan H71 skoraði tvær ferðir, soleiðis at úrslitið gjørdist 20-18 til H71. Munurin var ongantíð tann stóri, trý mál var tað mesta.

Venjaratoymið spældi kortini væl. Tað var ein løta í byrjanini av seinna hálvleiki, tá spælið gjørdist eitt sindur óskipað. H71 hevði spælt við sterkastu uppseting meginpartin av dystinum, og hetta slítir uppá kreftirnar, serliga ímóti endanum tá avgerðirnar oftast falla. Væl varð tó disponerað, tí allir skulu helst spæla og taka lut í uppbyggjandi arbeiðinum, og kreftirnar skulu helst eisini javnast uppá alt liðið, tá fáa vit spælt við maksimalari ferð allan dystin. Seinastu løtuna varð aftur skift til sterkastu/royndastu uppseting, og hetta vísti seg at geva bonus til seinast.

Allir mans spældu við fullari megi, og tað var gott at síggja. Vit spæla best, tá málsetningurin er greiður, hetta vístu vit aftur í dag. Hallur skoraði 5 mál, og var hetta eisini úrslitið av sera góða innsatsinum hjá honum.

H71 endaði soleiðis sum bólkavinnari við 4 stigum, ið var tað sama sum Kyndil fekk. StÍF og Team-Klaksvík fingu hvør síni tvey stig. H71 skal sostatt spæla ímóti nr. tvey í hinum bólkinum, sum eftir øllum at døma verður KÍF ella Neistin, meðan Kyndil skal leika ímóti VÍF.

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com